Stórur áhugi er millum norskar elbrúkarar fyri at fáa góð ráð um elsparingar.
Almenni stovnurin Enova, ið skal fremja eina umhvørvisvinarliga umlegging av orkunýtsluni og framleiðsluni, fær nógvar áheitanir frá norðmonnum, ið vilja hava ítøkilig ráð um, hvussu teir kunnu spara streym.
Eitt sindur minni - hvønn dag
Enova fór í januar saman við norska netfelagnum Statnett undir eitt átak undir heitinum "Lidt mindre. Hver dag". Endamálið er at fáa norðmenn at spara streym til tess at lætta um trýstið á elveitingina í einum vetri við kulda og sera lágari vatnstøðu í goymslunum hjá vatnorkuverkunum.
Hóast stóra innflutningin av ravmagni í 2010 og metinnflutning í januar, er elstøðan framvegis knøpp í stórum pørtum av Norra.