Stórt orkuyvirskot í Skandinavia

Londini byggja upp eitt orkuyvirskot upp á 40 TWh hetta til 2020, sum fer at elva til lægri prísir.

Skandinavisku londini fara at hava eitt orkuavlop upp á 40 TWh í 2020.

Hetta fer at elva til lutfalsliga lágar prísir og gera bygging av nýggjum gass- og kjarnorkuverkum óneyðuga.

Hetta kemur fram í eini langtíðarforsøgn frá norska stovninum Markedskraft, skrivar Montel.

- Taka vit støði í ætlanunum um 26,4 TWh av nýggjari varandi orku í Norra og Svøríki, umvegis elsertifikatmarknaðin teirra millum, og nógvu nýggju vindorkuni í Danmark og Finnlandi, fer Skandinavia at hava eitt orkuyvirskot upp á 40 TWh í 2020, sigur greinarin Olav Botnen í Markedskraft við Montel.

Hann hevur ábyrgdina av greiningunum av gongdini í orkuprísunum í Skandinavia hetta til 2035, og hann væntar, at yvirskotið fer at standa við alt hetta tíðarskeiðið.

Lægri prísir

Olav Botnen heldur, at prísirnir verða lægri enn niðri á evropeiska meginlandinum.

– Mótsatt niðri á meginlandinum hvørvur bert ein lítil partur av framleiðsluni í Skandinavia. Tí kemur nýggja framleiðslan omaná verandi framleiðslu. Vit hava vatnorku, ið kann halda fram í túsundtals ár, kjarnorkuverkini kunnu fáa longda rakstrartíð, og stórur niðurskurður er longu framdur í kolorkuframleiðsluni í Danmark og Finnlandi eftir fíggjarkreppuna. Vit mugu eisini varðveita ein part av kolorkuni sum at hava til at taka um veturin.

Ikki meiri kjarnorku

Olav Botnen væntar ikki, at fleiri kjarnorkureaktorar verða bygdir enn tann eina, sum í løtuni verður bygdur í Finnlandi. Minni kol ger eisini, at søguliga sterka sambandið millum kol- og orkuprís viknar.

– Vanliga fatanin hevur verið, at kol ásetur prísin í Skandinavia í 70–80 prosentum av tímunum. Hetta fara vit at síggja minni til í framtíðini. Dagsprísirnir í Skandinaviu fara sum heild at vera lægri enn niðri á meginlandinum, meðan náttarprísirnir vera nøkulunda teir somu, sigur Olav Botnen.

Sveiggjandi prísir

Roknast kann tó við, at prísirnir verða nógv óstøðugari enn í dag.

– Vit fara at síggja stóran mun frá tímum við nógvum vindi og tímum við lítlum vindi. Í støðum við stórari nýtslu, lítlum vindi og lítlum vatni í goymslunum, fara prísirnir at liggja upp ímóti prísunum niðri á meginlandinum. Hinvegin verða prísirnir sera lágir, tá nógvur vindur er og nýtslan er lítil, sigur hann.

Vatnorkuverk uppstigast

Sostatt fer tað at loysa seg betur hjá vatnorkuframleiðarum at uppstiga síni orkuverk, so tey kunnu gera fleiri megawatt, tá eftirspurningurin er størstur, uttan at ársframleiðslan neyðturviliga økist.

– Ein loysn kann vera at byggja pumpuorku, mest sannlíkt nærindis einum kaðali til útlandið. Alternativið er at uppstiga vanligu vatnorkuverkini við størri mátti fyri eyga, sigur norski greinarin sambært Teknisk Ukeblad.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking