Stormurin ávirkaði vindmyllurnar

Stormurin ávirkaði vindmyllurnar
Stormurin um jólini elvdi til smærri brek í fleiri vindmyllum bæði í Neshaga og Húsahaga, sum nú vera umvældar og eftirkannaðar

Stormurin um jólini hevði við sær, at fleiri smærri brek vóru staðfest í vindmyllunum bæði í Húshaga og Neshaga.

Fleiri vindmyllur hava tí staðið stillar seinastu dagarnar, meðan ENERCON umvælir og eftirkannar myllurnar, sum verða settar í gongd aftur, so hvørt tær eru lidnar.

ENERCON verður liðugt við arbeiðið ein av fyrstu døgunum, og tá koyra allar myllurnar aftur sum vanligt.

Ein av vindmyllunum í Neshaga máldi upp í 76 m/s í jólastorminum. Mesti vindurin, sum SEV hevur mátað í Neshaga, 82 m/s. Fimm ENERCON-myllur eru í Neshaga, og 13 myllur av hesum slagnum eru í Húsahaga.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking