Stórinnflutningur av orku í Japan

Japan noyðist at økja innflutningin av orku í stóran mun, eftir at ein fimtingur av landsins kjarnorkuframleiðslu er steðgaður orsakað av flóðalduni.

Tvey russisk tangaskip við flótandi jarðgassi hava fingið boð um at fara til Japans við lastunum til tess at hjálpa til við at fáa bøtt um landsins orkustøðu.

Japansku myndugleikarnir hava sum er sett elskamtan í gildi fyri at spara streym.

Hetta saman við at fleiri stórar verksmiðjur hava lagt arbeiðið niður eftir jarðskjálvtan og flóðalduna, hevur fyribils minkað eitt sindur um orkutrotið.

Japan framleiðir lítið av aðrari orku enn kjarnorku og noyðist tí at innflyta nógva orku.

Næststørsti oljuinnflytari

Landið er sum er heimsins næststørsti oljuinnflytari og heimsins størsti innflytari av koli og jarðgassi, skrivar Aftenposten.

Thina Saltvedt, greinari í Nordea Markets, roknar við, at orkutapið sum avleiðing av afturlatnu kjarnorkuverkunum verður avloyst av olju og gassi.

– Vit vænta, at hetta fer at økja um eftirspurning eftir oljuúrdráttum, men tað er framvegis ov tíðliga at siga, hvørja ávirkan hetta fer at hava á olju- og gassmarknaðin, sigur Thina Saltvedt við Aftenposten.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking