Stórar vindmyllur larma mest

Nýggj gransking í óljóði frá vindmyllum gevur eitt heilt annað úrslit enn frammanundan.

Boðskapurin ljóðar kanska sjálvsagdur, men hevur í roynd og veru leingi verið miðdepil í einum heitum kjaki millum granskarar og umhvørvismyndugleikar: Vindmyllur senda út brummandi, lágfrekvent óljóð, og óljóðið verður sterkari tess størri vindmyllan er.

Hetta verður sligið fast í eini vísindaligari grein, sum júst er almannakunngjørd í viðurkenda tíðarritinum Journal of the Acoustical Society of America, JASA.

Tað skrivar Videnskab.dk.

Meiri lágfrekvent óljóð

Skrivað greinina hava teir báðir granskararnir Henrik Møller og Christian Sejer Pedersen, sum í fleiri ár hava kannað, hvussu illa vindmyllur larma.

- Niðurstøðan er greið: Vindmyllur við einum mátti upp á 2,3-3,6 MW, sum eru millum tær størstu í norðurlondum, senda út meiri lágfrekvent óljóð enn smærri vindmyllur. Óljóðið frá stórum vindmyllum er enntá so ógvusligt, at tað undir røttu umstøðunum saktans kann merkjast í eini stovu nærindis. Úrslitini samsvara væl við, hvat grannar hjá stórum vindmyllum greiða frá, og nú tora vit væl at gera ta niðurstøðu, at ongin ivi er um, at grannar kunnu verða órógvaðir av lágfrekventum óljóði frá stórum vindmyllum, sigur Henrik Møller, professari í akustikki á Aalborg Universiteti, við Videnskab.dk.

Lágfrekvent óljóð kann sammetast við dunið, ein kennir í kroppinum, tá ein lastbilur nærindis stendur í tómgongd. Óljóðið frá eini stórari vindmyllu kann í mun til hægri tónar ferðast fleiri kilometrar ígjøgnum luftina, og tað hevur lætt við at treingja inn í hús.

Mátingar frá 48 myllum

Nýggjastu úrslitini hjá granskarunum byggja á mátingar frá 48 vindmyllum. Tey stríða ímóti eini aðrari frágreiðing, ið er gjørd fyri danska Umhvørvisstýrið. Frágreiðingin frá fyritøkuni Delta kemur til ta niðurstøðu, at óljóðið frá stórum vindmyllum verður uppfatað sum meiri plágandi enn óljóðið frá óljóðinum frá smærri vindmyllum – og at lágfrekvent óljóð ikki gevur trupulleikar, tá vindmyllurnar halda seg innan fyri galdandi mørk fyri samlaða óljóðið.

Úrslitini hava inntil nýliga skapt grundarlag fyri áskoðanini hjá Umhvørvisstýrinum um vindmylluóljóð, men í løtuni er Umhvørvisstýrið í ferð við at kanna, um nýggj mørk skulu setast í gildi fyri vinmylluóljóð. Juliane Albjerg, skrivstovustjóri, sigur sambært Videnskab.dk, at hon "er fegin um" nýggju granskingina og um, at granskararnir taka lut í eini tekniskari hoyring, áðrenn nýggju reglurnar verða ásettar.

Endaliga uppskotið til eina kunngerð verður send til hoyringar í august, og ætlanin er, at nýggju reglurnar skulu vera klárar í september.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking