Jarðskjálvtin í Japan hevur kveikt lív í aftur kjakið um kjarnorku.
Í dag hittust orkumálaráðharrarnir í ES til snarfundar í Bruxelles, har viðurskiftini í Japan og framtíðar leikluturin hjá kjarnorkuni í ES vórðu umrødd.
- Kjakið um kjarnorku er kyknað av nýggjum. Hetta síggja vit millum annað í Týsklandi, har kjakið ikki snýr seg um - men nær - kjarnorkan skal burturbeinast, sigur danski veðurlags- og orkumálaráðharrin, Lykke Friis, við Ritzau.
Men hóast óttin fyri eini japanskari kjarnorkuvanlukku hevur birt upp undir orðaskiftið, er langt frá semja um framtíðina hjá kjarnorkuverkunum, sigur Lykke Friis.
- Á einum slíkum fundi sum hesum sita vit ikki og gera av, at ES skal verða kjarnorkufrítt øki. Neyðugt er at vera realistiskur, tá hugt verður at møguleikunum fyri at sleppa av við kjarnorku. Hetta fer at taka drúgva tíð, sigur hon.
Stór ósemja um kjarnorku
Hon sigur, at stór ósemja valdar millum ES-londini um, hvørt beinast skal fyri evropeisku kjarnorkuverkunum, og um so er nær - og at tað ikki óvæntað eru tey londini, ið eru mest heft av kjarnorku, sum eru minst áhugað í orðaskiftinum um at lata kjarnorkuverkini aftur.
- Ikki óvæntað er Frakland eitt av londunum, ið leggja stóran dent á, at 30 prosent av ravmagninum í ES koma frá kjarnorku, og at tað nú ræður um at syrgja fyri, at tað er so trygt sum gjørligt, meðan onnur lond, ið ikki hava kjarnorku - sum Danmark - mæla til eina umlegging til varandi orku, sigur Lykke Friis.
Hon vísir á, at meira enn tríggir fjórðingar av ravmagninum í Fraklandi koma frá landsins 59 kjarnorkuverkum.
Á fundinum í Bruxelles tosaðu orkumálaráðharrarnir millum annað um strongareftirlitið, sum limalondini og eigararnir av kjarnorkuverkunum eru samd um, at tey 143 kjarnorkuverkini í ES skulu ígjøgnum.
Ikki er greitt, hvat strongdareftirlitið nágreiniliga skal umfata, ella nær tað skal fremjast.