Stór norsk sjóvindorkuætlan í Skotlandi slept

Ætla ístaðin at byggja vindorkuna út á landi, tí hon skal vera effektivari enn sjóvindur.

Norska felagið Fred. Olsen hevur slept sjóvindorkuætlan síni, Forth Array, uppá 450 megawatt (MW) í Skotlandi.

Felagið ætlar ístaðin at dúva uppá vindorku á landi.

Avgerðin hevur elvt til, at mong nú seta spurnartekin við lønsemið í sjóvindi, skrivar Teknisk Ukeblad.

Vindparkin skuldi fevna um 90 myllur og framleiða streym frá 2016 og vera heilt liðug í 2018.

Vindorka á landi effektivari

Sambært Fred.Olsen Renewables (FOR) er tað skilabetri at dúva uppá vindorku á landi.

– Fred. Olsen Renewables hevur gjørt eina neyva og umfatandi gjøgnumgongd av øllum okkara møguligu vindorkuútbyggingum. Sum ein óheftur orkuframleiðari eru vit komin til ta niðurstøðu, at skilabest er at menna vindorkuna á landi. Har hava vit søguliga eisini fingið bestu úrslitini. Crystal Rig Wind Farms I og II, tildømis, standa fyri nærum tíggju prosentum av vindorkukapasitetinum í Skotlandi, sigur Nick Emery, stjóri í bretska partinum av felagnum, í einum tíðindaskrivi.

FOR ætlar tó at gera seg lidnan við sjóvindorkuparkina Codling, ið telur 220 myllur.

Trúgva kortini uppá sjóvind

– Vit síggja kortini eina framtíð fyri sjóvindi og vænta, at sjóvindur verður ein týdningarmikil partur av málinum fyri varandi orku hjá skotsku stjórnini sum lið í bretska málsetninginum fram ímóti 2020. Avger okkara um at sleppa Forth Array-verkætlanini er ein avleiðing av, at vit heldur vilja fara undir verkætlanir, har vit hava flestu og bestu royndirnar í løtuni, sigur Nick Emery.

Bretland hevur sum mál, at 15 prosent av orku tess skal koma frá varandi orku í 2020.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking