Stór elpríshækking í Grønlandi

Streymprísurin hækkar 46 oyru fyri kilowatt-tíman í býum og bygdum, sum einans hava olju sum orkukeldu.

Elprísurin í Grønlandi reyk upp í loft í gjár.

Orsøkin eru vaksandi oljuútreiðslurnar, skrivar grønlendska el-, vatn- og hitafelagið Nukissiorfiit á heimasíðuni. Prísurin á vatni og hita er tó óbroyttur.

46 oyru upp

Hámarksprísurin á el hækkar úr 3,02 til 3,48 krónur fyri kilowatt-tíman. Sum heild hækkar elprísurin 46 oyru/kWh í býum og bygdum, har olja verður brúkt at gera streym úr.

Í einstøkum býum og bygdum við oljuriknum verkum er hækkingin tó eitt sindur minni.

Minni hækking í Nuuk

Í Nuuk, ið hevur lægsta elprísin í Grønlandi og sum fær streym frá einum vatnorkuverki, hækkar prísurin 23 oyru/kWh - úr 1,61 til 1,84 kr. fyri kilowatt-tíman, meðan prísurin í vatnorkubýunum Qaqortoq, Narsaq og Tasiilaq er óbroyttur.

Grønlendska landsstýrið hevur góðkent nýggju prísirnar.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking