Størsti kjarnorkureaktorurin í Svøríki aftur lamin

Reaktorurin 03 á svenska kjarnorkuverkinum Oskarshamn slóknaði aftur í nátt, eftir enn ein rakstrarfeil á reaktorinum. Hetta er aðru ferð í ár, tað hendir.

Størsti kjarnorkureaktorurin í Svøríki, O3, slóknaði í nátt. Tað hendi kl. 01:14 svenska tíð.

Eon, ið eigur kjarnorkuverkið í Oskarshamn, sigur orsøkina vera ein feil í kontrollskipanini við turbinuanleggini, skrivar ing.dk.

Reaktorurin 03 hevur verið ígjøgnum eina uppstiging, men hevur líka síðani givið eigara sínum djúpar rukkur í pannuna.

Reaktorarnir 1 og 2 framleiða tað, teir kunnu, ávikavist 492 og 661 MW, men 3-arin hevur ongantíð verið í nánd av sínum mesta-mátti upp á 1450. Og nú gevur hann 0.

Júst í vónini um harvið at fyribyrgja fleiri slitum, gjørdi eigarin av kjarnorkuverkinum, Eon, av, at mátturin í vetrarhálvuni ikki skuldi fara uppum 1100 MW.

Kortini dettur reaktorurin javnan út. Seinast vardi hetta í tríggjar dagar í januar. Tá reaktorurin slóknaði í desember vóru eisini trupulleikar við turbinuanleggunum.

Ikki einasti trupulleikin

Men hetta er ikki einasti trupulleikin, sviar hava av kjarnorkuni. Eisini kjarnorkuverkið Ringhals hevur rakstrartrupulleikar, og hetta hevur elvt til ótryggleika á elmarknaðinum og hækkandi prísir.

Og trupulleikarnir við svensku kjarnorkuverkunum, sum í 2009 bert framleiddu 25 prosent av samlaða kapasitetinum, hava langt síðani fingið svenska orkumálaráðharran at missa tolið við eigarunum av verkunum.

Maud Olofsson er sera atfinningarsom mótvegis evnunum hjá feløgunum at planleggja árligu eftirlitini og viðlíkahaldsarbeiðini og hóttir við at leggja seg útí planlegging teirra, taka tey seg nú ikki alt fyri eitt um reiggj.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking