Størsta vindorkuútbygging í USA sett í verk

GE hevur fingið loyvi at seta upp vindmyllur uppá tilsamans 845 MW í statinum Oregon. Talan er um eina av heimsins størstu vindmylluverkætlanum.

Amerikanska orkumálaráðið vendi í gjár 'thumbs up' fyri at fíggja byggingina av eini nýggjari stórari vindmyllupark í USA.

Ráðharrastovan hevur sagt ja til at veita lánsveðhald fyri 1,3 miljardir dollarum (7,3 miljardir krónum), og harvið kunnu GE Wind og hinir eigararnir av álvara fara undir at byggja tað 845 MW stóru mylluparkina.

- Við at gagnnýta ovuhonds stóra náttúrutilfeingið hjá tjóðini kunnu vit vera við til at stimbra nýtsluna av alternativum orkukeldum og samstundis skapa búskaparligan vøkstur, segði Steven Chu, orkumálaráðharri, í tíðindaskrivi.

Verkætlanin gongur undir navninum Caithness Shepherds Flat og umfatar 338 GE 2,5 XL-vindmyllur, sum á fyrsta sinni verða settar upp í Norðuramerika. Hetta vindmylluslagið hevur fyrr verið brúkt í Evropa og Asia.

CO2-niðurskurður uppá 1,2 mió. tons um árið

Verkætlanin verður framd har eysturi í statinum Oregon og fer at útvega arbeiði til 400 fólk undir uppsetingini. Sambært Department of Energy fer verkætlanin at skerja CO2-útlátið við 1,2 miljónir tonsum um árið. Hetta svarar til umleið 200.000 akfør ella 165.000 amerikonsk húsarhald.

Lánsveðhaldið er partur av einum størri lánspakka, sum seinastu 18 mánaðirnar hevur veitt veðhald til 19 orkuverkætlanir fyri tilsamans 24,4 miljardir dollarar (stívliga 137 miljardir krónur).

Millum hinar móttakararnar er "danska" Fisker Automotive, tvær av heimsins størstu sólorkuverkætlanum umframt eitt 2200 MW-kjarnorkuverk, sum verður tað fyrsta í USA í trý áratíggjur.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking