Finski fartelefonrisin Nokia letur menningardeild sína í Danmark aftur, ljóðaði boðskapurin til øll donsku starvsfólkini fyrrapartin.
Í rundum tølum starvast uml. 1.200 fólk á deildini, harav uml. 1.000 eru verkfrøðingar og teknikarar. Talið er somikið stórt, at afturlatingin verður skírd størsta verkfrøðingauppsøgnin í Danmarkarsøguni, skrivar Ingeniøren.
Afturlatingin av menningardeildini í Danmark er liður í eini størri umlegging av Nokia, ið hevur við sær, at íalt 7.000 starvsfólk missa arbeiðið. Av teimum stendur tó 3.000 í boði at fáa nýtt arbeiði hjá ráðgevingarfyritøkuni Accenture, sum er samstarvsfelagi hjá Nokia.
1.400 starvsfólk í Finnlandi og 950 í Danmark verða rakt, umframt starvsfólk í Bretlandi, Kina, India og USA.
Skerja rakstrarútreiðslurnar við 8 mia. kr.
Stjórin í Nokia, Stephen Elop (fyrrv. stjóri í Microsoft) vakti stóra altjóða undran, tá hann í einum innanhýsis skrivi í februar harðliga fanst at kappingarførinum hjá síni egnu fyritøku og boðaði frá umfatandi broytingum.
Sum skilst ætlar fyritøkan at skerja rakstrarútreiðslur sínar við 1 miljard evrum (uml. 8 miljardum krónum) í 2013 sammett við 2010.
Ætlanir eru eisini um at leggja granskingar- og framleiðslueindir saman, sum væntandi fara at hava upp aftur størri niðurskurð í starvsfólkahópinum við sær.