Mong í norsku vindorkuvinnuni hava bíðað eftir boðunum um, at Statoil gevst við vindorku á landi.
Seinastu tíðina hevur felagið selt vindorkuverkætlanir upp á samanlagt 240 megawatt (MW) á landi í Norra. Felagið sigur, at tað ístaðin ætlar at dúva uppá at víðarimenna tøknina fyri havvindmyllur.
– Vit eru mitt í tilgongdini nú. Vit hava ikki tikið endaligu avgerðina enn, men sannlíkt er, at vit sum frálíður onga vindorku fara at hava á landi í framtíðini, sigur Anne Strømmen Lycke, stjóri fyri vindorku í Statoil, við Teknisk Ukeblad.
Felagið heldur hinvegin fram við at byggja botnfastar havvindmyllur á Sheringham Shoal og Doggerbankanum.
Vænta atfinningar
Í Statoil eru tey fyrireikað til harðar atfinningar ímóti ætlanunum at gevast við vindorku á landi.
- Eg haldi tað vera umráðandi, at Statoil brúkar orku sína har vit kunnu gera ein mun, sigur Anne Strømmen Lycke.
Aðalstjórin í Statoil, Helge Lund, hevur fyrr boðað frá, at felagið ikki hevur varandi orku sum sítt kjarnuøki. Tó ætla tey fyribils ikki at sleppa flótandi havvindmylluni Hywind. Royndirnar við henni hava verið sera góðar sambært vindorkustjóranum í felagnum.
– Vit hava havt eitt sera væleydnað royndarár, har Hywind hevur framleitt 6 GWh, og stabiliteturin er góður. Vit halda eisini, at vit kunnu hava eina størri myllu enn 2,3 megawatt - kanska upp á eini fimm-seks megawatt, sigur Anne Strømmen Lycke.
Flyta uttanlands
Stóri spurningurin er nú, um næsta royndarútgávan av flótandi havvindmylluni Hywind verður sett upp í Norra ella endar uttanlands.
USA er inni í myndini, og Skottland hevur sýnt stóran áhuga fyri at hýsa royndarparkini Hywind 2. Statoil heldur tað vera ein fyrimun at testa myllurnar so nær møguligum marknaðum sum møguligt, t.d. Japan og USA.
Felagið fyri varandi orku í Norra, Norwea, stúrir fyri at missa Hywind av landinum.
- Tað hevði verið stórt spell, sigur stjórin í Norwea, Øyvind Isachsen.
Eisini felagið hjá norska ídnaðinum, Norsk Industri, heldur tað vera óheppið, um Hywind flytur úr Norra, tí tað fer bæði at kosta landinum virðisskapan og arbeiðspláss.
Langtíðarmál
Statoil leggur dent á, at felagið hevur eitt langtíðarmál um at gera havvindmyllur óheftar av statsstuðuli, tvs. at tað skal bera til at reka havvindparkir uttan stuðul. Felagið heldur tað vera møguligt at fáa kostnaðin fyri flótandi havvind niður í eina helvt.
Fyrsta Hywind-myllan hevur kostað 400 miljónir norskar krónur, harav 40 miljónir er almennur stuðul.
Í Statoil síggja tey møguleikar í havvindmylluparkum á djúpum vatni í londum sum USA og Japan, Spania, Portugál, Fraklandi og Suður-Korea.