Trupulleikar við rakstrinum á fleiri oljuboripallum eru meðvirkandi orsøk til, at Statoil í 2010 hevði eina stóra afturgongd í oljuframleiðsluni.
Norski olju- og gassrisin legði fyrrapartin fram ársroknskap sín fyri 2010, har botnlinjan - bert takkað veri høga oljuprísinum - sær nøkulunda út.
Samanlagt var úrslitið eitt yviskot eftir skatt upp á 37,6 mia. norskar kr., sum er meira enn ein tvífalding í mun til 2009, tá 17,7 mia. norskar kr. lupu av eftir skatt.
Men stóri inntøkuvøksturin kávar út yvir eina stóra afturgongd í oljuframleiðsluni upp á umleið 9 pst., skrivar norski vinnulívsportalurin dn.no.
Høgi oljuprísurin bjargingin
Ein partur av framleiðslufallinum stavar frá útgingnum loyvum, men eisini umfatandi rakstrartrupulleikar í 2010 í serliga teimum trimum økjunum Gullfaks, Orminum Langa og Kollsnes bera stóran part av skyldini.
Statoil kann prísa seg lukkuligan yvir, at oljuprísurin er nógv hækkaður í mun til 2009. Bara í fjórða ársfjórðingi í 2010 lá avrokningarprísurin hjá Statoil fyri olju 23 pst. hægri enn somu tíð í 2009.
Eisini inntøkurnar frá reinsingarvirkseminum hjá Statoil hækkaðu munandi í undanfarna ári, skrivar dn.no.
Stjórin í Statoil, Helge Lund, væntar, at 2011 fer at hava við sær eitt upp aftur størri fall í oljuframleiðsluni, meðan hann roknar við eini vend til tað betra frá 2012 og frameftir.