Statkraft ætlar at spara 35 pst. av síni egnu orkunýtslu

Ljós, ið stendur frá alt samdøgrið og manntóm orkuverk við støðugum hita. Norska Statkraft fer nú undir miðvísar innanhýsis orkusparingar.

Almenna norska orkufelagið Statkraft ætlar við ymsum orkueffektiviseringartiltøkum at skerja sína egnu streymnýtslu við heili 35 prosentum.

Sparast skulu 35 GWh, sum svara til ársnýtsluna hjá 1750 norskum húsarhaldum, skrivar Teknisk Ukeblad.

- Vit hava leingi arbeitt við at nútíðargera orkuverk okkara, og nú eru vit komin hagartil, at vit hava tíð og orku at hyggja eftir øðrum viðurskiftum og á tann hátt fáa meiri orku út í skipanina, sigur ein av verkmeistarunum hjá Statkraft, Arild M. Gjerdevik, við Teknisk Ukeblad.

Orkuoyðslarar

Ætlanin er at hyggja nærri at egnu orkunýtsluni hjá Statkraft. Í Norra hava røddir stundum verið frammi um, at orkufeløgini ikki gera nógmikið til tess at skerja egna nýtslu, samstundis sum tey heita á onnur um at spara streym.

Arild M. Gjerdevik, verkmeistari, og starvsfelagi hansara Lorentz Berge.

Verkmeistarin viðgongur, at hetta lutvíst er rætt.

– Ljós kann standa frá á orkuverkum alt árið ella í matarhøllum, har hitin kann standa á 23 stigum allatíðina, sjálvt um tað kunnu ganga mánaðir ímillum at fólk eru har, sigur Arild M. Gjerdevik.

Øll gera tað

Hetta hevur verið siðvenja. Og ikki bert hjá Statkraft, heldur Gjerdevik.

– Tey allarflestu eru sek í hesum, men nú skal vend koma í her hjá okkum, leggur hann dent á.

Gjerdevik er verkmeistari á Aura orkuverkinum í Sunndal í Møre og Romsdali, sum er eitt av trimum verkum í royndarverkætlanini, sum byrjar nú og skal vera liðug í summar. Úrslitið av henni skal síðani brúkast í sparitiltøkunum á øllum hinum verkunum.

Nýmótans stýringarskipanir

Høvuðsinnihaldið í verkætlanini eru nýmótans stýringarskipanir til ljós og hita umframt upplæring av starvsfólki innan orkuleiðslu, stýring og umhugsni.

Samlaðu íløgurnar eru upp á 86 mió. norskar krónur, harav norska orkustýrið Enova stuðlar við 14,7 mió. kr.

Eftir ætlanin skal øll verkætlanin vera liðug í 2014.

Elektrikarin Vidgar Myrseth er nøgdur við, at streymur verður spardur.

Ikki meiri oyðsl

Sambært Gjerdevik eru dagarnir við streymoyðsli av hjá Statkraft.

– Statkraft er ein ábyrgdarfull fyritøka, sum tekur undir við málunum hjá ES um 20 prosent lægri orkunýtslu gjøgnum orkueffektiviseringar, sigur hann.

Verkætlanin umfatar tilsamans 93 ymisk orkuverk við tilhoyrandi umsitingarhølum, matarhøllum, íbúðum og líknandi. Við dagsins streymprísum væntar Statkraft at hava fingið íløgurnar inn aftur eftir fimm árum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking