Vit sóknast eftir ávikavist varaverkmeistara og maskinmeistara til Sundsverkið.
Maskinmeistarastarvið
Vit sóknast eftir maskinmeistara til Sundsverkið. Sundsverkið er undir um- og útbygging, og tørvur er tí á enn fleiri dugnaligum og royndum maskimeistarum við víðkaðum maskinmeistaraprógvi at reka og røkja størsta framleiðsluverkið hjá SEV.
Komandi heyst gerst umfatandi víðkan av Sundsverkinum veruleiki. Hetta merkir, at 4 nýggir motorar - MAN 51/60 9,2 MW 2019, roykreinsan og alskyns nútímans útgerð verða tikin í nýtslu.
Tilsamans 26 fólk starvast á Sundsverkinum, sum er oljurikið elverk við samlaðum framleiðslumátti á 47 MW. Verandi seks dieselmotorar og hjálparskipanir eru:
Brennievnið er tungolja RMG 380, og verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipanin av slagnum ABB 800 xA. Avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.
Í 2018 varð nýtt dagtangahús tikið í nýtslu, har goymsla og viðgerð av olju, smyrjiolju, evju og spillvatni fer fram.
Fakligir førleikar
Vit vænta, at tú hevur
Persónligir eginleikar
Vit ynskja okkum ein starvsfelaga, sum
Uppgávur
Arbeiðið er í flestu førum skipað í vaktum at hava um hendi dagligu elframleiðsluna. Harumframt verða viðlíkahald og umvælingar gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum. Stutt kann sigast um vaktarskipanina, at teir, sum eru partur av hesari, hava frí annaðhvørt 2 av 8 ella 2 av 9 níggju vikum (frívikurnar eru ikki samanhangandi). Maskinmeistarar arbeiða í miðal 1 vikuskifti um mánaðin.
Løn
Lønin er sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið, lønarflokkur 12. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá. Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.
Varaverkmeistari til Sundsverkið
SEV sóknast eftir varaverkmeistara til Sundsverikð. Tilsamans 30 fólk starvast á Sundsverkinum, sum er størsta framleiðsluverkið hjá SEV. Sundsverkið er oljurikið elverk, og mátturin er í verandi løtu tilsamans 47 MW. Talan er um seks dieselmotorar og hjálparskipanir. Í heyst gerst umfatandi víðkan av Sundsverkinum veruleiki. Hetta merkir, at 4 nýggir motorar á 9 MW, roykreinsan umframt alskyns nútímans útgerð verða tikin í nýtslu.
Brennievnið er tungolja RMG 380. Nútímans stýri- og eftirlitsskipanin av slagnum ABB 800 x A. Avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn. Í 2018 varð nýtt dagtangahús tikið í nýtslu, har goymsla og viðgerð av olju, smyrjiolju, slam (evju) og spillvatni fer fram.
Fakligir førleikar
Vit vænta, at tú hevur
Persónligir eginleikar
Vit ynskja okkum ein starvsfelaga, sum
Uppgávur
Arbeiðsdagurin og arbeiðsuppgávurnar hjá varaverkmeistaranum eru fjølbroyttar. Umframt at leiða dagliga arbeiðið á verkinum, er uppgávan eisini saman við verkmeistaranum at vera partur av ymiskum arbeiðsbólkum og verkætlanum á Sundi, har stórt virksemið er.
Viðlíkahald og umvælingar verða gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum. Varaverkmeistarin skipar og leiðir hetta arbeiðið. Harumframt áliggur tað varaverkmeistaranum at tryggja viðlíkahaldsskipanina á Sundi. Skipaninin sum verður nýtt er ApiPro.
Løn
Varaverkmeistarin verður sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið løntur í lønarflokki
35.1 í sáttmálanum hjá Tænastumannafelagnum. Lønin er: 43.745,65 kr umframt 15% eftirløn. Talan er um tænastumannalíknandi starv, tó uttan at tann, sum settur verður, verður tænastumaður.
SEV
SEV bjóðar tær:
Málið er, at øll orka á landi er 100% grøn í 2030. Í nøkur ár áfturat er tó tørvur á alstórari elframleiðslu á Sundsverkinum, men um fá ár fer framleiðslan á Sundsverkinum at minka munandi. Vit eru ivaleys um, at rúm kortini verður fyri dugnaligu maskinmeistarum okkara eisini eftir hetta.
Verandi og komandi arbeiðsuppgávur hjá SEV verða eisini framyvir nógvar og meiningsfullar. Talan er um eitt stórt arbeiðspláss, har fólk javnan velja at nema sær nýggja vitan og førleikar frá einari uppgávu ella deild til aðra.
Umsóknin
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Jørgin Mørkøre, verkmeistara á telf.nr. 286912, ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluni, á tel. 218419. Umsóknarfreistin er mánadagin 14. okober 2019. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til: starv@sev.fo
SEV hevur veitingartrygd, og tryggjar tí føroyska samfelagnum støðugan streym allan sólarringin. 172 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum varð stovnað 1. oktober 1946.