Roknskapardeildin hjá SEV sóknast eftir einum starvsfólki at byrja skjótast tilber. Uppgávurnar eru roknskapararbeiði í breiðari merking, har tú verður við til at lyfta felags arbeiðsbyrðuna á deildini. Av serstøkum uppgávum kunnu nevnast eftirlit og avstemman millum skipanir, sum SEV nýtir, og arbeiði við uppgerð av tíðarskeiðsroknskapum. Eisini er serstakliga gott høvi at greina og viðgera dátur úr einum av størstu dátugoymslum í landinum. Deildin telur í dag 7 fólk.
Starvið
Sum roknskaparfólk á deildini fært tú til uppgávu at vegleiða starvsfeløgum á øðrum deildum í SEV, og eisini at arbeiða við og greina tøl fyri leiðslu og onnur.
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og umfata m.a. gerð av mánaðar- og ársroknskapum, avstemman millum skipanir og mangt annað. Roknskapardeildin nýtir fleiri skipanir, eitt nú Dynamics AX (skjótt Dynamics 365 FO) og kundaskipanir. Tú kemur at viðvirka til at gagnnýta møguleikarnar, sum eru í ymisku skipanunum til at arbeiða snildari og skjótari.
Tú
Vit ímynda okkum, at tú hevur eina 3-5 ára útbúgving á roknskaparøkinum ella samsvarandi hesum.
Vit vænta eisini, at tú
Umframt at tú kennir teg aftur í virkisvirðum okkara – samstarv, eldhugi og virðing – so er ynskið, at tú hevur lætt við at samstarva, ert fleksibul og ert fús/ur at bróta upp úr nýggjum og finna loysnir. Eisini frætta vit fegin frá tær, um tú hevur royndir við og hevur trivist væl við líknandi uppgávum áður.
SEV
Vit bjóða:
Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Birgir Christiansen, leiðara, á tel 511777.
Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til starv@sev.fo, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 9. mars 2021.
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 fólk starvast í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.