Vit sóknast eftir fólki til reingerð á Fossáverkinum og goymsluni 7 tímar um vikuna
SEV sóknast eftir fólki at gera reint á Fossáverkinum og goymsluni í Vestmanna sjey tímar um vikuna frá 1. januar 2021.
Tú
Tú ert arbeiðssom/samur og gert tær ómak, soleiðis at tú ert við til at halda reinførið á Fossáverkinum og goymsluni í Vestmanna einum nøktandi reinførisstigi eftir nærri ásetingum.
Uppgávur
Uppgávurnar eru at halda tann partin av Fossáverkinum reinan, har skrivstovur, brúsirúm, wc og matarhølið eru. Vit ímynda okkum, at tú arbeiðir tvær ferðir um vikuna, men tú avger sjálv/ur nær.
Harumframt er uppgávan at vaska handkløð, viskistykkir, klútar og annað við hóskandi millumbili bæði á Fossáverkinum og goymsluni.
Løn
Talan er um tímalønt starv sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag. Uppgávan at vaska handkløð, viskistykki, klútar og annað við hóskandi millumbili bæði á Fossáverkinum og goymsluni er 210kr um mánaðin.
Umsóknin
Umsóknarfreistin er 21. desember 2020, og umsóknin skal sendast til:
T-postur: starv@sev.fo
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 fólk starvast í føstum starvi hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.