Tú
Tú ert arbeiðssom/samur og gert tær ómak, soleiðis at tú ert við til at halda reinførið á Fossáverkinum og goymsluni í Vestmanna á einum nøktandi reinførisstigi eftir nærri ásetingum.
Uppgávur
Uppgávurnar eru at halda tann partin av Fossáverkinum reinan, har skrivstovur, kontrolrúm, brúsirúm, wc og matarhølið eru. Vit ímynda okkum, at tú arbeiðir tvær ferðir um vikuna, men tú avger sjálv/ur nær. Vakthavandi starvsfólk er til arbeiðis á Fossáverkinum allan sólarringin, verkið er sostatt altíð mannað.
Harumframt er uppgávan at vaska handklæði, viskistykki, klútar og annað við hóskandi millumbili bæði á Fossáverkinum og goymsluni.
Løn
Talan er um tímalønt starv sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag. Harumframt er samsýningin 210 kr. um mánaðin fyri uppgávuna at vaska handklæði, viskistykki, klútar og annað við hóskandi millumbili bæði á Fossáverkinum og goymsluni.
Umsóknin
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 18. oktober 2019, og umsóknin skal sendast til:
Elfelagið SEV,
Postrúm 319,
FO-110 Tórshavn
Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari
T-postur: starv@sev.fo
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 fólk starvast í føstum starvi hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.