Starvslýsing - Arbeiðsfólk til Sundsverkið

Starvslýsing - Arbeiðsfólk til Sundsverkið

Vit sóknast eftir einum røskum og ábyrgdarfullum starvsfelaga til at vera við til at halda Sundsverkið reint og dagført.  Talan er um fast fulltíðarstarv, og ynskið er, at tú kanst byrja sum skjótast.

Uppgávur

Sundsverkið er oljurikið elverk, og tað er sera týdningarmikið at halda sjálvt verkið og maskinlutirnar reinar. Tínar arbeiðsuppgávur verða tí í stóran mun reingerð av maskinlutum og harumframt at halda gólvið reint.  Matrikulin, har gerast skal reint, er 500 metrar úr øðrum endanum í hin og harumframt eru nógvar trappur. Tí er tað ein fyrimunur at vera kropsliga væl fyri.

Tín ábyrgd verður, saman við øðrum, at halda matrikulin í góðum standi í mun til reingerð. Aðrar uppgávur eru at orðna ymisk ørindi, rudda, handfara sápur og kemikaliur eftir strongum HTU forskriftum og at nýta vaskimaskinu til maskinlutir. Sjálvandi fært tú neyðugu upplæringina, so starvið kann røkjast til fulnar. Arbeiðstíðirnar eru kl 8.00-16.00 mánadag til fríggjadag.

Sundsverkið

Tilsamans 40 fólk starvast á Sundsverkinum, sum hevur ein samlaðan framleiðslumátti á 82 MW.

Afturat Sundsverkinum er dagtangahús, har goymsla og viðgerð av olju, smyrjiolju, evju og spillvatni fer fram, og í 2019 er ein umfatandi víðkan av Sundsverkinum framd.

Vit vænta, at tú ert arbeiðsfús/-ur, fryntlig/-ur og dugir væl at samskifta og samstarva. Tað er sum nevnt ein fyrimunur at vera væl fyri kropsliga. Neyðugt er við koyrikorti til persónbil.

SEV

SEV bjóðar tær:

  • Gott arbeiðsumhvørvi
  • Væl skipaði viðurskifti
  • Smidligar arbeiðsumstøður
  • Fjøltáttaðan arbeiðsdag

Løn                                                                                                                     

Starvið verður lønt sambært sáttmálanum hjá Arbeiðarafelagnum

Umsóknin

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Jørgin Mørkøre, verkmeistara á tel. 286912.

Umsóknarfreistin er týsdagin 6. september  2022. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til: starv@sev.fo.

SEV hevur veitingartrygd, og tryggjar tí føroyska samfelagnum støðugan streym allan sólarringin. 172 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum varð stovnað 1. oktober 1946.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking