Í fagrasta veðri í Vestmanna var standmynd av undangongumanninum Ólavi á Heygum avdúkað sunnudagin 12. september, og heilt fitt av fólki var savnað við Fossá hendan hátíðardag.
Ólavur á Heygum var kongsbóndi, handilsmaður og politikari, sum eisini stóð fyri fyrstu royndini í Føroyum at fáa elorku burtur úr vatni. Hetta var í Vestmanna á sumri 1907, tá Ólavur fór undir at byggja eina vatnbyrging í Fossá. Vatnið skuldi síðani leiðast úr byrgingini oman til eina turbinu, sum skuldi framleiða elektriskan streym til vestmenningar.
Tað eydnaðist tó ikki Ólavi at koma á mál við síni verkætlan, sum hann stríddist við inntil hann doyði í 1923, 56 ára gamal.
Nú smá 100 ár seinni, hava vestmenningar reist eina standmynd av Ólavi á Heygum, sum umframt royndina við vatnorku, eisini átti ein stóran leiklut í arbeiðnum at tryggja føroyingum telefonsamband. Fyrsta telefonlinjan í Føroyum kom í 1905 og gekk millum Tórshavn og Vestmanna. Hesum syrgdi Ólavur á Heygum fyri.
Verdóttur Ólav Maria á Heygum avdúkaði standmyndina, sum myndahøggarin Hans Pauli Olsen hevur tilevnað.
Listarmaðurin greiddi m.a. frá, at steinarnir báðu megin við Ólav ímynda oyggjar, sum Ólavur royndi at knýta saman við telefonlinjunum, sum hann var forsprákari fyri og fór undir at seta upp, áðrenn onnur dugdu at síggja nyttuna í teimum. Linjurnar í steinunum ímynda telefonlinjur eins væl og el-linjur.
Skipað var eisini fyri gongutúri við ferðaleiðara niðan í Fossá, har leivdirnar av byrgingini, sum Ólavur á Heygum læt byggja, enn eru sjónligar.
Bjarki Skúvadal greiðir frá Ólavi á Heygum og ætlanum hansara at nýta fossamegi til elframleiðslu.
Leivdirnar av byrgingini, sum Ólavur á Heygum læt byggja í 1907 standa enn í Fossá. Argjasmiðurin Jákup Andrias Arge stóð fyri arbeiðnum. Byrgingin var 70 føtur long og fimm føtur breið.
SEV hevði opið hús í sambandi við avdúkingina av standmyndini. Mong nýttu høvið at vitja turbinuhøllina á Fossáverkinum, nýggju koblingarstøðina og goymsluna, har okkurt gott var til góman.
Við brúsandi Fossá í baksýni, stendur Ólavur á Heygum nú og lítur út yvir part av tí nógva virksemi, sum er í Vestmanna.