Sp/f Stoyp í Gøtu lægsta tilboð upp á áarinntøk

Tilboðini upp á arbeiðið at gera áarinntøk og veitir v.m. til nýggja savningartunnilin hjá SEV í Eysturoy vórðu latin upp seinnapartin.

Klokkan tvey seinnapartin vórðu tilboðini upp á arbeiðið at gera áarinntøk og veitir v.m. til vatnsavningartunnilin hjá SEV millum Skálá og Blásenda í Eysturoy latin upp.

Tilsamans komu seks tilboð inn, og tey lógu millum 6,3 og 10,6 mió. kr.

Kostnaðarmetingin hjá Landsbyggifelagnum lá umleið mitt ímillum, upp á 8 mió. kr.

Gøtufelag lægsta tilboð

Lægsta tilboð upp á 6,3 mió. kr. átti sp/f Stoyp í Gøtu. P/F H.V. Lützen í Havn hevði næstlægsta tilboð upp á 6,9 mió. kr. og triðlægsta tilboðið var frá byggifelagnum Kanjon í Klaksvík upp á 7,4 mió. kr.

Hini trý tilboðini vóru frá Jóan Petur Vang (9,3 mió. kr.), Articon (9,8 mió. kr.) og J&K Petersen (10,6 mió. kr.).

Landsbyggifelagið og SEV fara nú at kanna tilboðini nærri, áðrenn avgerð verður tikin um, hvør ið skal gera arbeiðið.

Skrivað varð dúgliga niður so hvørt sum tilboðini vórðu lisin upp.

Trý luftinntøk og 20 áarinntøk

Arbeiðið fevnir um trý luftinntøk og 20 áarinntøk við tilhoyrandi veitum o.ø.

Eitt luftinntak og fimm-sjey áarinntøk skulu gerast í summar. Restin - tvey luftinntøk og 13-15 áarinntøk við veitum - skulu gerast í summarhálvuni næsta ár.

Umboð fyri bygginevnd og leiðslu á SEV vóru eisini við á fundinum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking