Spenningur er nú settur á háspenningskaðlarnar og transformarastøðirnar í Norðoyatunlinum.
SEV hevur lagt tveir 20 kiloVolt háspenningskaðlar ígjøgnum tunnilin, sum hvør er 6.780 metrar til longdar. Annar kaðalin er streymveitingin til sjálvan tunnilin, meðan hin er lagdur ígjøgnum tunnilin í staðin fyri háspenningslinjuna, sum hongur tvørtur um Leirvíksfjørð.
SEV hevur eisini fimm transformarastøðir í tunlinum. Tær broyta spenningin úr 20.000 Voltum frá tí eina kaðlinum niður í 400 Volt, sum er spenningurin, ið øll útgerðin í tunnlinum brúkar.
Árliga elnýtslan í Norðoyatunlinum er mett til eina millión kWt.