Spekulatión kann trýsta oljuprísin upp í loft

Um stutta tíð kann oljuprísurin hækka við 20 dollarum (115 kr.) fyri tunnuna.

Oljuprísurin kann um fáar vikur koma upp á 110 dollarar (635 kr.) fyri tunnuna, orsakað av fíggjarligari spekulatión, skrivar CNBC.

- Eftirspurningurin fer at hækka eitt sindur, men príshækkingar eru aloftast tekniskar, orsakað av forsøgnum og spekulatiónum hjá greinarum, sigur Imad al-Atiqi, limur í Oljuráðnum hjá Kuwait, við tíðindastovuna Reuters.

Príshækkingin kann bera í sær, at Opec, felagsskapurin hjá oljuframleiðandi londum, økir oljuframleiðsluna, sigur al-Atiqi.

Ikki skaðiligar avleiðingar

Imad al- Atiqi heldur ikki, at ein príshækking til umleið 100 dollarar (577 kr.) fyri tunnuna av olju fer at skaða búskaparligu endurreisingina eftir fíggjarkreppuna.

Tá Opec-londini hittust í Ecuador í desember, komu tey tólv londini ásamt um ikki at hækka framleiðsluna, sjálvt um prísurin tá var hækkaður til umleið 90 dollarar (520 kr.) fyri tunnuna.

Í síðstu viku segði oljumálaráðharrin í Kuwait, Ahmad al-Abdullah al-Sabah, at hann ikki væntar, at Opec fer at kalla saman til fundar áðrenn tann longu ætlaða fundin í juni, um ikki "okkurt dramatiskt" hendir.

Leki trýsti prísin upp

Í gjár hækkaði prísurin á eini tunnu av lættari amerikanskari olju við umleið einum prosenti, so prísurin nú er omanfyri 89 dollarar (513 kr.) fyri tunnuna.

Orsøkin til hækkingina er, at ein rørleiðing tvørturum Alaska, sum stendur fyri umleið 12 pst. av samlaðu amerikonsku framleiðsluni, er lokað orsakað av einum leka.

- Ein rørleiðing av slíkari stødd hevur sjálvandi týdning fyri oljuprísin. Tað er onki óvanligt í, at marknaðurin yvirreagerar í byrjanini. Nú er spurningurin so, hvussu leingi rørleiðingin verður lokað, sigur Hannes Loacker, oljugreinari í Raiffeisen Bank International, við Reuters.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking