Umleið helvtin av elorkuni í einum húsarhaldi fer til hvítvørurnar.
Tey húsarhaldstól, ið brúka mest streym, eru frystiboksir, komfýrur, køliskáp, uppvaskimaskina, vaskimaskina og turkimaskina.
Tað er týdningarmikið, at hesi tól verða brúkt optimalt, verður sagt í nýggjum faldara, sum orkuráðgevingin hjá SEV hevur gjørt undir heitinum "Nýtið elorkuna við skili".
Mælt verður í hesum sambandi til at fylla maskinurnar, at vaska við rætta hitanum og altíð at sentrifugera klæðini, um turkimaskina verður nýtt.
Hetta sparir elorku!
Hitin í køliskápi eigur at vera umleið 5 hitastig, meðan kuldin í frystiboksini eigur at vera umleið 18 kuldastig. Umráðandi er at stilla køliskáp pg frystiboks rætt inn.
Til ber at fáa ókeypis termometur og at lána eitt elorkumátitól ókeypis frá SEV.
Síðsta hond verður løgd á faldaran.
Er peran í lagi?
Vit kenna øll vanligu ljósperurnar við gløðitráði, sum kendi Edison uppfann fyri umleið 125 árum síðani. Gløðiperan yvir køksborðinum var/er vanliga 60 Watt.
"Spariperan" var annað ættarliðið, og brúkar hon bert ein fjórðing av tí elorku, sum gløðiperan brúkar. LED-perurnar eru triðja ættarlið, og brúka hesar bert 1/20 av tí, sum gløðiperur brúka.
Samstundis sum LED-perur nú koma á marknaðin, fara gløðiperur út av marknaðinum, og verða hesar helst ikki at fáa í handlunum eftir 2014.
Elorkan kann minkast munandi
Elorkan, sum vit nýta til ljósperur, kann minkast munandi við nýggjastu tøknini.
Um vit í einum húsarhaldi skifta út 10 gløðiperur við spariperur ella LED-perur og rokna elnýtsluna við núverandi elprísi á 1,70 kr/kWh, so kosta 10 gløðiperur 1489 kr, 10 spariperur 372 kr. og 10 LED-perur 74 kr.
LED-perurnar tendra beinanvegin og kunnu dempast, men eru enn nakað dýrar at keypa.
Nógv elorka til spillis
Nógv elorka fer til spillis við "standby" nýtslu.
Øll tól til undirhald hava rímuliga stóra "standby" nýtslu, serliga tí at hesi tól ofta standa í hesi støðu í nógvar tímar um dagin.
Faldarin er stuttorðaður og lættur at lesa.
Teldur, printarar, skannarar, hátalarar, sjónvørp, digitalur sjónvarpsmóttakari, DVD-spælarar, Playstation, Nintendo/Wii-spøl og telefonløðarar hava eina ávísa streymnýtslu, um tey ikki verða sløkt, tá liðugt er at brúka tey.
Best er at sløkkja á sjálvum tólinum ella á vegginum og ikki bert við fjarstýringini, stendur m.a. at lesa í faldaranum "Nýtið elorkuna við skili", sum í næstum fer at liggja frammi á bókasøvnum. Hann kann eisini fáast við at venda sær til orkuráðgevingina hjá SEV. Somuleiðis kann faldarin lesast og takast niður av heimasíðuni hjá SEV seinni í dag. Trýstið á Orkuráðgevingin og síðani Faldarar.