Sparið pengar við orkurøttum ljósi

Alternativar perur kunnu vera við til at spara upp til 80 pst. í elnýtslu tíni til ljós.

Samstundis sum veturin nærkast og dagarnir gerast styttri, verða fleiri og fleiri lampur tendraðar í íbúðunum, og tað sæst aftur á elnýtsluni.

Vilt tú sleppa undan eini stórari elrokning, men framvegis hava gott ljós í lampum tínum, skalt tú hyggja at perunum, ið sita í lampunum og umhugsa, um tær eru tær røttu at brúka.

Orkuspariloysnir kunnu brúkast fleiristaðni

Tey flestu eru von at brúka gløði- og halogenperur í sínum lampum - og tað er tað ikki nakað at siga til. Tær báðar ljóskeldurnar hava nakrar rættiliga góðar eginleikar. Tær geva gott, heitt og klárt ljós, og litirnir á lutunum, ljósið rakar, verður endurgivið sera væl. Tú ert t.d. ikki í iva um, at súrseplið er reytt, og at troyggjan er blá.

Tíverri er eisini galdandi fyri tær báðar ljóskeldurnar, at tær eru ógvuliga óeffektivar. Tvs. at samanhangurin millum elnýtslu teirra og nøgdina av ljósi, tær geva, er sera vánaligt. Við øðrum orðum kostar góða ljósið nógvar pengar – og so hevur tú tað bert í 1.000 ella 2.000 tímar treytað av, um talan er um eina gløðiperu ella eina halogenperu.

Tað eru fleiri góð, orkueffektiv altertiv til gløði- og halogenperur á marknaðinum, sum kunnu vera við til at spara upp til 80 pst. í elnýtslu tíni til ljós. Tí er vert at umhugsa, um tað altíð er neyðugt at hava eina gløðiperu ella halogenperu í øllum lampunum í íbúðini. Tað, tú skal taka støði í, er, hvar lampan skal standa, og hvat hon skal lýsa á, og so samanbera við eginleikarnar hjá teimum ymsu ljóskeldunum.

Spariperur (A-perur)

Spariperur eru sera orkueffektivar ljóskeldur. Sammett við eina gløðiperu kann ein sparipera geva somu nøgd av ljósi og bert brúka ein fjórðing av streymi. Ein 15 W sparipera kundi sostatt avloyst eina 60 W gløðiperu.

Sjálvt um nakrir framleiðarar halda uppá, at teir kunnu klára uppgávuna við eini spariperu á 11 W, er veruleikin ofta ein annar. Tí er týdningarmikið at minnast til lutfallið 1-4, tá tú hyggur at spariperum.

Spariperan hevur tann bága, at hon ikki endurgevur litirnar so væl sum gløði- og halogenperur. Tað er sostatt ikki nakað gott hugskot at brúka spariperur at lýsa á myndir ella í sambandi við arbeiðsuppgávur, har tú skalt kunna kenna aftur og kenna mun á øllum litbrigdunum, t.d. uppi yvir tekniborðinum.

LED (ljósdiodur)

LED-ljós (Light Emitting Diodes) er framvegis lutfalsliga nýggj, men lovandi ljóstøkni, sum verður meira og meira ment og vælegnað sum avloysari hjá teimum vanligu perunum. Nógvir framleiðarar kring heimin royna at menna LED-perur, og tað merkir, at útboðið er rættiliga stórt, men góðskan er ógvuliga ymisk.

Nógvar diodur (tær finnast ofta millum tær bíligu, ið kunnu keypast á netinum ella uppá tilboð í handilsdeplum) hava eitt rættiliga kalt ljós (tvs. at ljósið er ógvuliga hvítt og ber ímóti bláum). Hetta skalt tú hava í huga,´um tú annars væntar sama ljóslit sum frá eini gløðiperu. Tað er tó møguligt at finna "heit hvítar" diodur, sum tær ofta verða róptar, við lithita heilt niður til 2.700 K, sum eisini er lithitin hjá gløðiperuni.

Ljósdiodur eru eisini sera orkueffektivar sammett við halogen- og spariperur. Leitar tú eftir eini peru ístaðin fyri vanligu perurnar millum LED-perur, skalt tú tó vita, at ongin LED-pera enn er sædd á marknaðinum, sum hevur somu nøgd av ljósi sum ein 60 W pera. Tær ljósdiodu-perurnar, ið finnast í dag, kunnu tó lættliga avloysa max. 40 W gløðiperur og halogenperur.

Ljósdiodur lýsa í ein rætning og egna seg tí best til lampur, sum t.d. lýsa niðureftir, til spots ella í skriviborðs- og lesilampum. Í einstøkum førum kann LED-peran eisini brúkast til rúmljós. Hon fæst í øllum fatningum, og so er hon ógvuliga sterk og kann tola at verða mist á gólvið. LED-perur eru framvegis eitt sindur dýrar, men tær kunnu lættliga tjena seg inn aftur, serliga tí at tær vara leingi - upp til 50.000 tímar.

Halogenperur

Fleiri ljósframleiðarar hava ment eitt meira orkueffektivt alternativ til halogenperur, ið hava somu góðu eginleikar sum halogenperur sum t.d. litendurgeving og ljósnøgd. Hetta merkir, at ein 35 W standardhalogenpera í mongum førum kann skiftast út við eina orkueffektiva 20 W, og harvið sparir tú upp til 40 pst. í elnýtsluni.

Tó skal ein gera sær greitt, at ein halogengløðipera ikki er ein sparipera, og at hon framvegis hevur eina stóra elnýtslu. Tær eiga tí bert at verða nýttar á støðum, har litendurgevingin er ein týdningarmikil parametur.

Orkubetraðu halogenljóskeldurnar skilja seg út við at hava ávís ”for- og efternøvn” á vørunum sum ”IRC”, ”IR”, ”Energy Saver”, ”Eco", ”MASTER". Orkueffektivu halogenljóskeldurnar eru dýrari enn vanligu sløgini, sum ofta verða brúktar. Afturímóti vara tær tvær ferðir so leingi sum halogenspotsini, sum tær avloysa. Halogengløðiperur kunnu fáast í næstan øllum fatningum.

Fá meira at vita

Tú kanst fáa meira at vita um orkueffektiv ljós og rætt val av orkukeldum á heimasíðuni www.energitjenesten.dk. Tú kanst eisini fáa góða kunning um val av ljóskeldum á heimasíðuni www.elsparefonden.dk, sum Center for Energibesparelser stendur fyri.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking