Spara pengar við tendraðum gøtuljósum

Hyggjuráðini eru at brúka nýggjastu sløgini av LED-perum.

Fleiri danskar kommunur hava - í eini roynd at spara pengar - antin sløkt gøtuljósini nakrar tímar um náttina ella sløkt annan- ella triðjahvønn lyktasteyra.

Brúkið LED-perur


Men sambært dr.dk nýtist teimum als ikki at sløkkja ljósið. Framleiðarin av nýggju sløgunum av LED-gøtuljósi sigur, at kommunurnar bara kunnu skifta perurnar í gøtulyktunum, og henda íløgan verður vunnin inn aftur eftir 3-5 árum, so sjálvt fíggjarliga kroystar kommunur kunnu vera við.

Í Fredericia Kommunu hava tey skift út síðani 2001, greiðir Knud Johansen, rakstrarverkfrøðingur, frá:

Hava spart 2 miljónir kilowatt-tímar

- Vit fóru longu undir hetta her í 2001-2002, so vit hava verið eitt sindur frammanfyri onnur á hesum økinum. Vit hava spart rættiliga fitt av pengum. Frá at vit tá brúktu umleið fimm miljónir kilowatttímar, eru vit niðri á umleið trimum miljónum kilowatttímum nú.

- Sostatt er talan um rættiliga nógvar miljónir, sum vit spara hvørt einasta ár á henda hátt. Og tað hevur so kunnað fíggjað hesar her íløgurnar, so okkum ikki nýtist at sløkkja aðruhvørja gøtulykt, greiðir Knud Johansen frá sambært dr.dk.


17.03.2025
Earth Hour 2025