Spania hevur lagt Týskland afturum seg og er nú fremsti framleiðari av vinmyllustreymi í Evropa. Sambært spanska vindorkufelagsskapinum, AEE, framleiddu spanskar vindmyllur í fjør 42.976 gigawatttímar.
Hetta svarar til 16,4 pst. av samlaða orkutørvinum í Spania.
Í Týsklandi stóð vindmyllustreymurin fyri 6,2 pst. av samlaða eftirspurninginum eftir orku, upplýsir evropeiski vindmyllufelagsskapurin EWEA á heimasíðuni.
Týskland størst í kapasiteti
Týskland er framvegis størsta vindorkulandið í Evropa, tá ið ræður um uppsettan kapasitet.
Týski vindmyllukapasiteturin er upp á 27.214 MW. Í Spania er hann 20.676 MW. Stóra framleiðslan av vindmyllustreymi í Spania í fjør stavaði millum annað frá óvanliga nógvum og støðugum vindi, skrivar AEE..