Hóast Spania er í stórum búskaparligum trupulleikum, ætla sponsku myndugleikarnir kortini at økja munandi um stuðulin til varandi orku.
Tað skrivar dagblaðið Cinco Días.
Sambært blaðnum ætlar spanska stjórnin at fimmfalda stuðulin til framleiðslu av varandi orku sum sól- og vindorku.
Landið ætlar at brúka 18,5 mia. evrur í stuðuli millum 2011 og 2020. Hetta er ein øking av árliga stuðulinum úr 529 mió. evrum til 2,65 mia. evrur í 2020.
Ritzau Finans