Spáa stóran vøkstur í oljunýtslu

Heimsnýtslan av olju fer at vaksa nógv meiri enn higartil roknað við, sigur altjóða oljustovnurin IEA.

Altjóða oljustovnurin IEA roknar við nógv størri eftirspurningi eftir olju næstu fimm árini enn higartil roknað við.

Roknað verður við, at heimsbúskapurin í 2016 fer at brúka 95,3 mió. tunnur av olju um dagin ímóti 88 mió. tunnum um dagin í 2010, stendur í hálvársforsøgnini Medium-Term Oil Market Report, sum IEA almannakunngjørdi í dag.

Hetta svarar til ein árligan vøkstur upp á í miðal 1,2 mió. tunnur av olju um dagin. Í seinastu forsøgnini í desember væntaði IEA ein árligan vøkstur upp á bert 500.000 tunnur um dagin fram til 2015.

Dýr olja tungt fyri vesturheimin

Kina fer einsamalt at standa fyri ikki minni enn 41 pst. av vøkstrinum í oljunýtsluni næstu árini, metir IEA.

Altjóða oljustovnurin sigur, at ein oljuprísur oman fyri 100 dollarar er eitt tungt ok at bera hjá londunum í OECD, meðan menningarlondini við Kina á odda tykjast at vera meiri mótstøðufør mótvegis høgu oljuprísunum.

- Nýggja forsøgnin hjá IEA av vøkstrinum í oljunýtsluni er merkisverd, hóast tað ikki kemur óvart á nakran, at Kina fer at vera orsøkin til vøksturin. Sjálvt um tað er rætt, at ein oljuprísur upp á 100 dollarar sum frálíður kann hava álvarsama ávirkan á búskapin í ídnaðarlondunum, haldi eg, at hægri oljuprísir eru neyðugir til tess at minka um eftirspurningin, sigur Andrey Kryuchenkov, oljugreinari í VTB Capital í London, við Bloomberg News.

Økir framleiðslukapasitetin

Høgi oljuprísurin fer samstundis at bera í sær eina øking av framleiðslukapasitetinum i framtíðini, heldur IEA. Men tó ikki nærtil so nógv sum nýtslan, sum alt annað líka fer at økja trýstið á oljuveitingina.

IEA roknar við, at framleiðslukapasiteturin árliga fer at vaksa við 1,1 mió. tunnum um dagin til 100,6 mió. tunnur í 2016 ímóti 93,8 mió. tunnum í 2010.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking