Sólstormur kann sløkkja ljósið á Jørðini

Bretar stúra fyri sokallaðum sólstormi, sum ætlandi rakar Jørðina í 2013.

Útlitini fyri, at ein sokallaður sólstormur fer at raka Jørðina í 2013, hava givið bretskum politikarum ennisrukkur.

Orsøkin er, at sólstormurin í ringasta føri kann bera í sær, at stórir partar av Jørðini mugu klára seg uttan streym í mánaðir.

Tá sólstormur er, slongja ógvusligar spreingingar í magnetfeltinum hjá Sólini ovurhonds stórar nøgdir av orku móti Jørðini. Hetta kann gera stóran skaða á telesamskifti og elveiting.

Stúrin ráðharri

Bretski verjumálaráðharrin, Liam Fox, hevur á eini altjóða ráðstevnu í London sett fokus á vandarnar, ið sólstormurin kann elva til á Jørðini.

Talan kann í ringasta føri verða um, at øll streymveitingin í stórum pørtum av heiminum verður løgd lamin í tímar, vikur ella enntá mánaðir. Harvið verður onki internetsamband.

- So hvørt sum okkara tøknifrøði verður alt meira kompleks, verður hóttanin ímóti okkum eisini størri og meira umfatandi.

- Meðan vit øll njóta væl av teimum tólum, ið skapt verða í kjalarvørrinum av vísindaligum framstigum, verða vit samstundis meira viðbrekin mótvegis tildømis sólstormum og yvirgangsatsóknum, segði Liam Fox sambært tíðindastovuni Press Association.

Nasa ávarar

Amerikanska rúmdarstøðin Nasa boðaði í síðsta mánaða frá vandanum fyri einum sólstormi.

Hetta hendi í sambandi við ein minni sólstorm, sum rakti magnetfeltið hjá Jørðini 3. august.

Sólstormurin elvdi til ein geomagnetiskan storm, sum vardi í næstan 12 timar - nóg leingi til at ein ljósglæma breiddi seg á himmalinum allan vegin úr Evropa til Norðuramerika.

Ógvusligur sólstormur í 1859

Men hetta var í roynd og veru bert ein minni útgáva av einum sólstormi. Ógvusligir sólstormar koma fyri umleið eina ferð í hvørjari øld.

Tann seinasti var í 1859. Tá varð tátíðar mest framkomna samskiftisútgerðin - telegrafurin - løgd lamin, og tveir triðingar av himmalinum vóru blóðreyðir sum avleiðing av storminum.

Granskarar meta, at ein sólstormur av hesi stødd hevði elvt til miklan skaða á nútíðar globala undirstøðukervið og elveitingina.

Fáa ikki vart okkum

Norski stjørnufysikarin, Knut Jørgen Røed Ødegaard, sigur við dagblaðið VG, at ein komandi sólstormur kann fáa álvarsamar avleiðingar.

- Vit kunnu ikki verja okkum ímóti slíkum ógvusligum sólstormum. Elnet og fylgisveinar verða harðast rakt, sigur Ødegaard.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking