Eftir higartil harðasta útbrotið á sólini í fýra ár er ein ógvusligur sólstormur á veg ímóti jørðini við løddum bitlum, sum næstu dagarnar væntandi fara at órógva elveiting og radiosignal.
Hetta ávarar amerikanska rúmdarstøðin Nasa um.
Tað er rúmdarsondan hjá Nasa, Solar Dynamics Observatory, sum varnaðist útbrotið á sunnariu hálvkúluni av sólini í gjáranáttina.
- Fleiri minni útbrot hava verið í sama umráði seinastu dagarnar, sigur Nasa í eini fráboðan.
Kann ávirka fylgisveinasamskiftið
Løddu bitlarnir hava longu órógvað stuttbylgjusamskiftið í Kina, men roknað verður við, at sólstormurin fer at órógva fylgisveinasamskiftið í dag og kanska eisini í morgin.
Nasa sigur, at útbrotið er mált at vera í sokallaða X-flokkinum, sum er harðasta sólútbrotið, og kemur eftir eitt lutfalsliga langt tíðarskeið við ongum útbroti á sólini og serliga í sunnaru helvt.
Útbrotið fevnir um eitt umráði upp á 100.000 kilometrar ella á stødd við gongustjørnina Jupiter. Hitin undir útbrotinum var umleið 19 miljónir stig.
Løddu bitlarnir eru á veg ímóti jørðini við eini ferð upp á 900 kilometrar um sekundið.
Seinasta útbrotið á sólini í X-flokkinum var 5. desember 2006.