Ola Borten Moe, sum herfyri tók við sum nýggjur norskur olju- og orkumálaráðharri, ætlar at fáa bíligari streym til vega við at byggja orkuna út í Norra og Svøríki - og halda aftur við at leggja sjókaðalar til útlandið.
Ola Borten Moe heldur, at henda uppskriftin fer at geva orkuyvirskot og lægri prísir.
- Eg vóni, at streymyvirskotið fer upp og prísirnir niður. Brúkararnir skulu fíggja eina umfatandi útbygging av varandi orku. Tí er tað ikki meira enn rímiligt, at teir fáa eitt sindur av pengunum aftur sum lægri prísir, sigur Moe við dagblaðið Dagens Næringsliv.
Hann hevur leingi verið atfinningarsamur mótvegis bygging av kaðalum til útlandið. Statnett hevur ætlanir um fimm tílíkar kaðalar.
Eiga at halda aftur
– Vit eiga at halda aftur við hesum ætlanum. Men hetta er sjálvandi treytað av nýtslugongdini og avfallsstøðuni. Haraftrat kunnu viðurskifti taka seg upp, sum vit onki vita um í dag, tildømis at kjarnorka verður líka trupul í Svøríki sum hon nú er vorðin í Týsklandi. Hetta kann broyta alt, sigur Moe.
Hann ætlar nú at syrgja fyri at fremja avtaluna um grøn sertifikat við Svøríki. Avtalan skal fíggja bygging av 26,4 TWh av varandi orku í Svøríki og Norra innan 2020.
– Vit skulu byggja út orku, ið svarar til 44 Alta-orkuverk. Hetta merkir eitt tílíkt orkuverk triðja hvønn mánaða fram til 2020. Alt landið skal takast í brúk. Vit mugu tola bæði net- og orkuútbygging, um vit skulu røkka máli okkara, sigur Ola Borten Moe.