Soleiðis gerast Føroyar heimsins grønasta oyggjasamfelag

Soleiðis gerast Føroyar heimsins grønasta oyggjasamfelag
Føroyski orkumyndugleikin hevur saman við Elfelagnum SEV og Dansk Energi arbeitt við fleiri framtíðarmyndum av einari orkuskipan uttan olju. Vindur, vatn, sól, sjóvarfall, pumpuskipanir og battaríir kunnu gerast týðandi partar av orkuskiftinum

Føroyar hava sett sær sum politiskt mál at minka oljunýtsluna til upphiting niður í eina helvt í 2025 og at sleppa heilt undan olju í elframleiðsluni í 2030. Nú hevur ein føroyskur/danskur arbeiðsbólkur roknað út, hvussu málið kann røkkast. Arbeiðsbólkurin hevur eisini boð uppá, hvussu Føroyar longu í 2030 kunnu sleppa heilt undan at innflyta olju til orkunýtslu við at miða eftir vatnorku, vindmyllum, sólorkuverkum, sjóvarfalsverkum, battaríum og pumpuskipanum.

- Eg meti, at her eru nøkur spennandi boð uppá, hvussu tann føroyska orkuskipanin kann menna seg. Málini eru ikki ógjørlig, men tað krevur, at vit arbeiða tætt saman um loysnirnar, sigur Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, sum hevur gjørt útrokningarnar saman við Elfelagnum SEV og vinnugreinafelagnum Dansk Energi.

Jørgen S. Christensen, granskingar- og tøknifrøðistjóri hjá Dansk Energi, staðfestir, at tøkniliga sæð er einki til hindurs fyri, at Føroyar kunnu sleppa frá olju í 2030 – og harvið gerast heimsins grønasta oyggjasamfelag.

- Men okkara framtíðarmyndir vísa, at skiftið krevur stórar íløgur, so tí er umráðandi, at Føroyar leggja eina so skilagóða fíggjarætlan sum gjørligt, sigur Jørgen S. Christensen.

Hitapumpur og elbilar

Føroyar hava eina elorkunýtslu upp á umleið 315.000 MWt um árið, og tað kann sambært minstu framtíðarmyndini økjast upp í 410.000 MWt í 2025, um ein partur av upphitingini og bilarnir fara at nýta elorku. Henda framtíðarmyndin er grundað á samgonguskjalið hjá landsstýrinum frá 2015, har málið er, at helvtin av upphitingini skal leggjast um til el, og at slakir 3.400 bilar koyra við elorku í 2025.

Sambært mest umfatandi framtíðarmyndini kann elnýtslan vaksa upp í 575.000 MWt í 2030 í samsvari við, at føroyska samfelagið líðandi skiftir oljuverk, bensin og oljurikin akfør út við grønar orkuloysnir. Henda framtíðarmyndin tekur í øllum viðurskiftum støði í jaligum forsøgnum við 100 prosent orkuskifti innan upphiting, og har allir bilar í landinum, sum eru umleið 25.500 í tali, koyra við elorku.

Økta elnýtslan kann nøktast við hjálp av einum blandi av ymiskum sløgum av varandi orku. Ein møgulig samanseting er at miða eftir at økja vindmylluorkuna úr 18,6 MW upp í 72 MW í 2030. Harumframt kann framleiðslan økjast við tveimum nýggjum framleiðsluhættum, sum ikki eru brúktir í Føroyum áður. Talan er um stigvíst at byggja sólorkuverk við einum samlaðum mátti á 30 MW, umframt at 60 MW skulu fáast frá sjóvarfalsverkum.

Ein skipan í javnvág

Við fleiri vindmyllum, vatnorku og sólorku verður ein týðandi partur av elframleiðsluni tongdur at veðrinum, árstíðum og ávísum tíðarbilum á samdøgrinum. Í einari elskipan skal javnvág vera millum framleiðslu og nýtslu hvørt sekund, hvønn tíma alt samdøgrið. Tí verður brúk fyri einari smidligari elnýtslu og orkugoymslum til at útjavna sveiggj í framleiðsluni og nýtsluni.

Frymilsútrokningar vísa, at tørvur verður á orkugoymslum svarandi til 20-60 GWt, alt eftir hvussu ymisku framleiðsluhættirnir verða settir saman. Tað kann fremjast við battarímátti á 50-60 MW, sum er rímiliga nógv. Afturfyri kunnu battaríini tryggja, at missurin av elorku frá vindi og sól verður lutfalsliga lítil. Pumpuskipanir kunnu verða ein annar møguleiki at goyma orku.

- Nú heldur greiningararbeiðið fram, har SEV, orkumyndugleikin og  Dansk Energi luttaka. Saman fara vit djúpari inn í tey ymisku búskaparligu sjónarhornini innan ymiskar ítøkiligar loysnir og tøknifrøðiligar møguleikar, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Hann staðfestir samstundis, at tað framvegis er avgerandi fyri SEV, at støðuga elnetið er í miðdeplinum, soleiðis at Føroya fólk kann líta á, at veitingartrygdin er í hásæti.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking