Sólarhiti vinnur fram í Danmark

Heimsins størsta sólhitaverk veruleiki í Danmark um eitt ár ella so.

Fleiri staðni í Danmark verða í løtuni stór sólhitaverk sett upp til tess at fáa hendur á ókeypis orku frá sólini.

Endamálið er, at heimsins mest varandi og størsta orkukeldan skal hita vatnið í sólpanelunum á orkuhitaverkunum, áðrenn tað síðani verður sent út í radiatorar og brúsur í bygningunum, skrivar Berlingske Tidende.

Herfyri tóku fjarhitaverkini í Jægerspris á Sælandi og í Ringkøbing í Vesturjútlandi tvey av heimsins størstu sólarhitaverkum í nýtslu.

17 verk aftrat

Komandi árið verða 17 stór verk aftrat sett upp kring landið, harímillum eitt í Dronninglund, sum verður heimsins higartil størsta. Tað fer ætlandi at rúma 35.000 fermetrum, svarandi til sjey fótbóltsvøllir.

Kortini er hetta bert eitt lítið verk, tá tað verður samanborið við stóru verkini, sum stór feløg sum Fjernvarme Fyn, Affald Varme Århus og Vestegnens Kraftvarme Selskab hava ætlanir um at byggja. Tey arbeiða við verkum uppá meira enn 100.000 fermetrar.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking