Prógvhandan hevur verið á Vinnuháskúlanum.
Maskinmeistarar, maskinistar, skiparar og skipsførarar fingu prógv handað fyri loknan lestur.
Sum siður hevur verið seinastu árini letur SEV 1. virðisløn til maskinmeistaran við besta próvtalinum. Í ár fekk Sofus Bech 1. virðisløn, ið er grindaknívur, sum Peter Hansen hevur latið úr hondum.
Tað var Jørgin Mørkøre, verkmeistari á Sundsverkinum, sum vegna SEV handaði Sofusi snotuliga grindaknívin. Sofus fekk eisini ídnisvirðislønina, sum er ur frá A.P. Møller.
Nýklæktu maskinmeistararnir eru:
Árni Brandsson Petersen, Jógvan Jóhannesson, Pól Ejdesgaard Fláaberg, Ólavur Kristiansen, Teitur Debess Olsen, Georg Jacobsen, Hákun Bláberg, Hákun Hofgaard, Hjalti Vestergaard og Sofus Bech.
Vit ynskja øllum nyklæktu maskinmeistarunum, maskinistunum, skiparunum og skipsførarunum hjartaliga til lukku og blíðan byr.