Mongu servararnir hjá Google brúktu í 2010 tilsamans 2,26 miljónir megawatt-tímar av streymi til rakstur og køling.
Tað upplýsir fyritøkan sjálv um samlaðu streymnýtslu sína.
Hetta verður gjørt í eini roynd at vísa leysatíðindum aftur um, at Google sum ein av teimum heilt stóru internet-fyritøkunum við risastórum dátudeplum í bakinum eru millum allarstørstu umhvørvisdálkararnar.
Sambært Financial Times svarar ársnýtslan upp á 2,26 miljónir MWh til eina støðuga nýtslu, býtt yvir alt árið upp á 258 megawatt ella umleið helmingin av samlaðu nýtsluni hjá einum vanligum orkuverki.
Google boðar samstundis frá, at fyritøkan í 2010 brúkti orku, sum svarar til eitt samlað CO2-útlát upp á 1,46 tons.
Sambært Financial Times varð herfyri funnist hvassliga at stóru internet-fyritøkunum fyri vantandi gjøgnumskygni, tá tað kemur til orkunýtslu.
Higartil ein kappingarloynidómur
Google hevur eisini higartil bedýrað, at orkunýtslan hjá fyritøkuni var ein kappingarloynidómur.
Sambært Financial Times benda tølini hjá Google á, at fyritøkan er orkueffektivari enn aðrar stórar internetfyritøkur.
Tølini benda á, at Google hevur umleið eina miljón servarar - ella trý prosent av samlaða talinum av servarum í heimsins dátudeplum. Hesi trý prosentini brúka tó bert eitt prosent av streyminum, sum hesir stóru dátudeplarnir brúka, verður sagt.
Sambært Google koma 25 prosent av brúkta streyminum frá orkuvinarligum keldum sum eitt nú vindi og sól.