Snøggur og kvikur Tesla Roadster í Havnargøtum

Elrikni sportbilurin, sum verður at síggja á elbilaráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í morgin, kostar 930.000 kr.

Við Norrönu úr Danmark í morgun kom ein elrikin sportbilur, sum verður við á elbilaráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í morgin.

Talan er um ein Tesla Roadster Sport 2.5, ið er ein sera kvikur elektriskur sportbilur, sum koyrir frá 0-100 km/t upp á 3,7 sekund. Elmotorurin við 288 hk (56 kwh) verður drivin av lithium-ion battaríum. Toppferðin er umleið 200 km/t, og bilurin koyrir 340 kilometrar upp á eina løðing.

Tekur tveir persónar

Tesla Roadster Sport 2.5 er ein sportbilur til tveir persónar og vigar 1.200 kg. Løðitíðin er 3,5 tímar við 63A.

Bilurin, sum er framleiddur av Tesla Motors í Kalifornia, kom fyrstu ferð á marknaðin í 2008. Í Danmark kostar ein Tesla Roadster úr 800.000 krónum, men hesin í Sport 2.5 útgávuni kostar 930.000 krónur við donskum nummarplátum.

Elbilabólkurin hjá SEV skipar fyri elbiladegnum í morgin sum lið í elbilasamstarvinum í útnorði millum Føroyar, Ísland og Grønland. Tiltakið, sum NORA (Norrønt Atlantssamstarv) stuðlar, er bert fyri innboðin. Eini 100 fólk hava teknað seg.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking