SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Smyril bunkrar á Sundi

Smyril bunkrar á Sundi

Kl. 10.30 fyrrapartin fór Smyril fyrstu ferð inn á Sund at bunkra tungolju úr oljugoymsluni hjá SEV.

SEV hevur bygt eina bunkringsskipan á Sundi, sum Strandferðslan rindar helvtina av.

Smyril fór fyrrapartin fyri fyrstu ferð inn á Sund at bunkra tungolju frá oljugoymsluni hjá SEV. Smyril legði at á Sundi kl. 10.30, og tað tekur umleið seks tímar at bunkra skipið.

Talan er um eitt samstarv millum Elfelagið SEV, P/F Føroya Shell og Strandferðsluna. Flestu stóru, nýggju skipini brúka tungolju, og í Føroyum eru bert tvær stórar tungoljugoymslur. Havsbrún í Fuglafirði hevur eina, og SEV hevur eina, sum tekur 12.000 tons.

Tá farið varð undir at smíða Smyril, heitti Strandferðslan á SEV um at fáa loyvi at bunkra olju frá tungoljutangunum, haðani Sundsverkið fær olju. Í tí sambandi hevur SEV bygt eina bunkringsskipan frá tangunum á Sundi, sum Strandferðslan rindar helvtina av. Skipanin kostar umleið 1,5 milliónir krónur.

Samstarvið millum Elfelagið SEV, P/F Føroya Shell og Strandferðsluna ber við sær, at Shell keypir tungoljuna frá SEV og selur hana til Strandferðsluna.

Tórshavnar Havn víðkaði herfyri atløgubryggjuna á Sundi, soleiðis at stór skip kunnu leggja at har, og tí ber til hjá øðrum skipum at bunkra á Sundi, um politiski myndugleikin í SEV loyvir tí.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking