Tey 27 ES-londini fara næstu tíggju árini at seta 12.600 MW av vindorku upp um árið. Hetta svarar til íløgur uppá tilsamans 160 miljardir krónur um árið, avdúka nýggj tøl frá ES-londunum.
Sambært Børsen liggja hesi tølini langt undir teirri útbygging, sum fleiri greinarar hava spátt um, og Christian Nagstrup úr Jyske Bank drálar ikki við at geva skuldarkreppuni skyldina fyri spakuligu útbyggingina:
- Líkt er til, at skuldarkreppan í Evropa verður stóra forðingin. Danska ráðgevingarstovan BTM roknaði við 19 gigawattum um árið í miðal frá 2011 til 2014. Sjálvur roknaði eg við eitt sindur minni, so 12,6 gigawatt er langt undir tí, ið væntað varð, sigur Christian Nagstrup við Børsen.
Harumframt hava fallandi gassprísir og vaksandi áhugi fyri kjarnorku lagt forðingar í vegin fyri vindorku.
Vónir um undanvind
Í BTM rokna tey við, at marknaðurin í Evropa fer at koma í rættlag aftur.
- Tá kreppan er av, vænti eg, at vit fara at síggja ein marknað fyri vindorku í Evropa, sum fer at líkjast metingum okkara, sigur ein talsmaður fyri ráðgevingarstovuna við Børsen. BTM roknaði við eini útbygging uppá 16.000 MW i 2011 og heilt upp til 21 gigawatt i 2014.
Hóast niðurjusteringina gleða tølini Jan Hylleberg, ið er stjóri fyri Vindmylluídnaðin í Danmark, ið fevnir um 240 fyritøkur innan vindorku.
- Talan er um ein ovurhonds stóran marknað, sum vit í Danmark skulu fara málrættað eftir at fáa ein stóran part av, sigur Jan Hylleberg við blaðið. Hann heldur, at Danmark serliga skal leggja seg eftir at menna tøkni til vindmyllur á sjónum. ES-londini rokna við, at helvtin av øllum vindmyllum í Norðurevropa verður sett upp á sjónum.
Vindmylluídnaðurin hevur roknað út, at tey 12.600 megawattini av vindorku hava eitt virði á 160 mia. kr. um árið. Mongu vindmyllurnar skulu hjálpa ES-londunum at røkka málunum fyri varandi orku, ið skulu lúkast í 2020.