Skotland fer nú av álvara undir tað, teir kalla kollveltingina innan sjóorku.
Felagið MeyGen ætlar at seta upp tilsamans 400 megawatt (MW) flóð og fjøru myllur frá Atlantis og TGL í Inner Sound.
Samtakið aftanfyri MeyGen, Morgan Stanley (45 %), International Power (45 %) og Atlantis (10 %), hevur nú fingið loyvi frá myndugleikunum at fara undir verkætlanina.
Risastór verkætlan
Sostatt verður henda verkætlanin størri enn heimsins størsta sjómyllupark, Thanet, uppá 300 MW. Og flóð og fjøru myllur eru effektivari enn vindmyllur.
Rakstrartíðin hjá vindorku á sjónum liggur um 3.000 rakstrartímar um árið, meðan flóð og fjøru myllurnar í miðal koma upp á 3.750 tímar sambært eini greining av sjóorkumøguleikunum, sum norsku fyritøkurnar Sweco Grøner, Econ og Kjeller Vindteknikk gjørdu í 2007.
Atlantis AK1000, ein av myllunum, ið skulu brúkast í Skotlandi, hevur ein rotordiametur á 18 metrar, er 22,5 metrar høg og vigar 1.300 tons, og hevur eina effekt uppá eitt megawatt. Skotar síggja fyri sær ein nýggjan stórídna í sjóorku.
Eiga at sýna hesum størri ans
Stjórin í norska felagnum Norwea, ið fæst við vind- og sjóorku í Norra, Øyvind Isachsen, sigur við Teknisk Ukeblad, at tá fólk tosa um sjóvind í Norra, eiga tey eisini at geva sjóorku størri ans.
- Eg haldi, at norskur ídnaður eigur at hyggja at øðrum møguleikum enn bert vindorku í framtíðini. Norski skipasmiðjuídnaðurin kann veita nógvar skilagóðar loysnir til hesa nýggju vinnuna, vísir Øyvind Isachsen á.
1600 MW tilsamans
Nýggja skotska sjóorkuparkin fevnir um eitt øki uppá einans 3,3 ferkilometrar millum oynna Stroma og meginlandið við Caithness í Norðurskotlandi.
Samlaða streymframleiðslan í sundinum Pentland Firth kann koma uppá 1.600 megawatt (MW). Nýggja verkætlanin er toppurin á kransakøkuni í teimum ætlaðu verkætlanunum í sundinum, sigur stjórin í MeyGen, Dan Pearson.
– MeyGen hevur møguleika at gerast flaggskip innan sjóorku, sigur hann í einum tíðindaskrivi.
Flóð og fjøru verkætlanin hjá MeyGen verður væntandi liðug í 2020. Fyribils verða nakrar fáar myllur av slagnum TGL Rolls-Royce á 500 kW og nakrar Atlantis AK1000 á eitt megawatt hvør settar upp sum lið í umhvørviskanningum.