Tað var skjótt og væl atborið, tá menn vóru varugir við, at olja lak úr størra tanganum á Vágsverkinum síðsta mikumorgun. Góð fólk á staðnum tóku skjótar og rættar avgerðir, og tey fyribyrgdu sostatt eini umhvørvisvanlukku. Tað hevði eisini alstóran týdning fyri bjargingararbeiðið, at tangaskipið frá Shell var liggjandi og tók stóran part av oljuni um borð aftur. Soleiðis ljóðar fyrsta eftirmetingin hjá SEV av oljulekanum í Vági síðsta mikudag.
Oljulekin var staðfestur um sjeytíðina um morgunin, beint eftir at eitt skip frá Shell hevði fylt 2600 tons av tungolju í størra tangan, sum tekur 3000 tons. Manningin á skipinum var í holt við at rigga av, tá tangin fór at leka í tveimum støðum. SEV og Shell avráddu beinanvegin at hava skipið liggjandi, og nakað seinni rann olja úr tanganum um borð aftur á skipið. Tað tók sum frá leið trýstið av lekunum. Samstundis royndu menn at tippa lekarnar við m.ø. stórum timburproppum og plátum, og hetta eydnaðist eisini.
Tamarhald var á støðuni longu fyrrapartin, og allir partar høvdu gjørt sítt at forða fyri eini umhvørvisvanlukku.
Nakað av oljuni var pumpað yvir í minna tangan, sum tekur 1000 tons. Tangaskipið tók 1500 tons um borð aftur, sum vóru flutt til oljugoymsluna á Sundi.
SEV kannar í løtuni, hvussu nógv er farið niður í lendið inni í verjugarðinum rundan um tangan. Dálkaða jørðin verður grivin upp, og í samráði við IRF verður hon burturbeind eftir ásettum reglum.
190 tons av olju eru framvegis í tanganum, og tá tey eru pumpað yvir í minna tangan, fer SEV við hjálp uttanífrá at meta um, hvat skal gerast við lekarnar, sum helst stava frá lokalum teringum.
Dálkingarskaðin er tryggjaður, og Tryggingarfelagið Føroyar viðger málið.