Articon letur fyrsta skotið av fyri nýggja Sundverkinum mikudagin kl. 16.00, tá ið Articon sum høvuðsarbeiðstakari av álvara setir skjøtil á arbeiðið. SEV bjóðar øllum áhugaðum at vera til staðar á Sundi, har skipað verður fyri stuttari samkomu, og har John Zachariassen, nevndarformaður í SEV, fer at halda røðu.
Sundsverkið hevur ein týðandi leiklut, tí verkið er tiltakstrygdin hjá føroyska samfelagnum og samstundis trygdin undir grønu kósini, sum hevur til endamáls, at øll orka á landi verður grøn í 2030.
- Altíð streymur – tað eru krøvini til elskipanina. Viknar elskipanin, so ridlar alt samfelagið. SEV skal syrgja fyri tryggum elloysnum, samstundis sum bygt verður út á grønu kósini, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Hann vísir samstundis á, at leikluturin hjá Sundverkinum minkar líðandi komandi árini til at verða ein eyka trygd undir elskipanini, so hvørt sum alsamt fleiri grønar orkukeldur koma inn í elframleiðsluna. Ein eyka trygd, um til dømis varandi orkukeldurnar ella framleiðslueindir svíkja – eisini tá Føroyar eru grønar í 2030.
Framburðurin kom saman við elorkuni, og í dag er SEV ein sjálvsøgd trygd undir øllum virksemi í landinum. SEV skal veita øllum samfelagnum streym, soleiðis at føroyska samfelagið alla tíðina er í framgongd.
Nýggja Sundsverkið verður bygt sambært nútíðarkrøvum. Motorarnir eru haldgóðir og kunnu veita neyðuga máttin beinanvegin, tørvurin á elorku økist. Nýggja Sundsverkið verður sett í rakstur á vári 2019.