Um fimm-tíðina seinnapartin var ólag á streymveitingini til Kollafjarðar, Norðradals og Syðradals.
Neyðugt var hjá SEV at senda fólk í fjøllini at leita eftir feilinum.
Mykja orsøkin
Komið varð fram til, at taðað var framvið landsvegnum á Norðradalsskarði, soleiðis at mykja var sproytað upp á isolatorar og linjur.
- Hetta gjørdi, at kortslutningur kom í, og sostatt var skilaleys taðing orsøkin til órógvið á streymveitingini, sigur Jón Nielsen, leiðari á rakstrardeildini hjá SEV.
Hjálp frá sløkkiliði
Neyðugt var at fáa hjálp frá sløkkiliðnum í Kvívík til at reinsa mykjuna av aftur linjustrekkinum.
Um hálvgum sjey-tíðina høvdu øll fingið streymin aftur.
Mugu siga frá
- Tá slíkt hendir, er ógvuliga umráðandi, at fólk gera vart við seg til tess at lætta um feilfinningina, so øll fáa streymin aftur sum skjótast, sigur Jón Nielsen.
Viðkomandi, ið við skilaleysu taðing síni elvdi til ólagið á streymveitingini seinnapartin, kann vænta at fáa eina rokning fyri uppruddingina, leggur hann aftrat.
Sambært kunngerð um umhvørvisreglur skulu tøð frá køstum og mykjubrunnum nýtast til taðing soleiðis, at hetta ikki elvir til dálking ella ampa. Ein vegleiðing um hetta finst á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.