Skammlop orsøk til royk á Strond

Skammlop orsøk til royk á Strond

Tá kontrollrúmið tendraði tiltaksbingjurnar á Strond sunnukvøldið, var skammlop í generatorinum í bingju 3. Hetta elvdi til ógvusligan hita, sum fekk leidningar og vindingar at smelta og hesum stóðst roykur av.


Sløkkiliðið í Norðoyggjum kom á staðið, men tað var ikki neyðugt at sløkkja, SEV fólk fingu skjótt loyst trupulleikan.

Bingjan sjálv og motorur fingu  ikki skaða, og arbeitt verður nú við at fáa til vega nýggjan generator.

Bingja 1 og 2 eru virknar.

17.03.2025
Earth Hour 2025