Sjómyllupark dýr fyri donsku elkundarnar

Nýggja sjómylluparkin út fyri Anholt verður dýr fyri elkundarnar, men ein fongur fyri nógvar pensjónistar.

Risastóra sjómylluparkin út fyri Anholt fer at kasta nógvar pengar av sær til teir 843.000 limirnar í teimum báðum donsku pensjónsfeløgunum PKA og PensionDanmark, skrivar Ritzau-tíðindastovan.

Tey bæði feløgini hava júst goldið 6 mia. kr. fyri helmingin av Anholt Havmøllepark, sum Dong Energy byggir.

Fegnast hóast ovurprís

Talan er um ein ovurprís, tí Dong Energy roknar við, at parkin fer at kosta 10 mia. kr. at byggja.

Kortini er hýrurin góður í pensjónsfeløgunum.

Orsøkin er, at Anholt-parkin fram til 2025 hevur fingið politiska trygd fyri 1,05 kr. fyri hvønn kilowatt-tíma, ið verður sendur til lands. Hetta er 156 pst. meira enn marknaðarprísurin á streymi.

- Tað er soleiðis, tað hongur saman. Tess hægri prísurin er, ið fæst fyri streymin, ið verður framleiddur, tess meiri eru vit fús til at rinda fyri parkina, sigur Torben Möger Pedersen, stjóri í PensionDanmark, sum hevur keypt 30 pst. av Anholt-parkini, meðan PKA hevur keypt 20 pst.

Ríkistryggjaði avrokningarprísurin gevur Dong og teimum báðum pensjónsfeløgunum alla orsøk til at fegnast. Fram til 2025 hava tey fingið trygd fyri tilsamans 21,0 mia. kr. í sølu av vindmyllustreyminum. Hinvegin hevur statsveðhaldið við sær eina rokning upp á 12,8 mia. kr. til vinnulívið og privatu elkundarnar.

Tvungin stuðul til grøna orku

- Vit arbeiða saman við ídnaðarfyritøkum, sum knarra, tí høgi prísurin skal gjaldast umvegis elrokningina hjá privatum og fyritøkum. Tá Anholt-parkin verður tikin í brúk, hækkar elrokningin hjá fyritøkum og privatum, tí teirra PSO-gjald, sum er tvungni stuðulin til varandi orku, hækkar, sigur Jesper Munksgaard, ráðgevi í orkuráðgevingarfyritøkuni Norenergi.

Hans-Henrik Lindboe, sum eigur í ráðgevingarhúsinum EA Energianalyse, skírir Anholt-parkina sum eitt gullrandað pappír hjá Dong og pensjónsfeløgunum. Hinvegin hava elkundarnir onga orsøk til at smírast.

- Donsku elkundarnir áttu í roynd og veru heldur at grátið, tí talan er um dýrgoldnað varandi orku. Tað eru óvanliga stórir ágóðar í hesum her. Rætt og slætt, sigur Hans-Henrik Lindboe.

Orkustýrið metir, at árliga PSO-rokningin hjá elkundunum fer at liggja millum 500 mió. kr. og 1,0 mia. kr. tey 12 árini, Dong og pensjónsfeløgini hava trygd fyri høga avrokningarprísinum, skrivar Ritzau-tíðindastovan.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking