- Vit hava í dag skrivað undir ein sáttmála av evropeiskum áhuga. Vit hava eina verkætlan, ið kann loysa og bøta um veitingartrygdina í Norður-Evropa í 2020.
Soleiðis segði stýrisformaðurin í norska felagnum ECO, Odd Øygarden, í tíðindaskrivi í gjár.
ECO ætlar saman við einum øðrum norskum orkufelag, Lyse, og svenska Vattenfall at samstarva við SSE (Scottish & Southern Energy) um at leggja ein risakaðal millum Norra og Bretland.
Ætlanin er at leggja kaðalin millum Sauda ella Kvilldal í Norra og Peterhead og Humber í ávikavist Skotlandi og Onglandi.
Talan er um ein 550-800 kilometrar langan kaðal við einum kapasiteti upp á 1200-2000 MW.
Fremjast í 2020
– Ætlanin er at leggja sjókaðalin í 2020. Skotland og Ongland hava stórar ætlanir um at byggja nýggjar vindmyllulundir, meðan Norra og Svøríki fara at fáa nógv meiri vindorku og vatnorku gjøgnum grøn sertifikat, og hetta krevur nýggjar flutningslinjur, sigur Odd Øygarden sambært tu.no.
- Verkætlanin knýtir tvær sjálvstøðugar orkuskipanir saman. Tann norska er nógv tengd at vatnorku, meðan bretska orkuskipanin er tengd at nógvari fossilari orku. Í framtíðini fáa vit nógva vindorku inn í okkara skipan, og ein kaðal inn til norsku vatnorkuna er ein “perfect match”, sigur Dermot O’Kane, stjóri í SSE.
Ongin vil í løtuni upplýsa, hvat risaverkætlanin fer at kosta. Stóri spurningurin er eisini, um tey fýra feløgini yvirhøvur eru før fyri at fíggja hana einsamøll.
Stóra avbjóðingin hjá teimum verður at sannføra myndugleikarnar í Norra og Bretlandi um, at verkætlanin er skilagóð, sjálvt um tað eru privat feløg, sum standa fyri henni.
Almenn uppgáva
Norska olju- og orkumálaráðið hevur fyrr sagt, at almenna netfelagið Statnett eigur at hava ábyrgdina av uttanlandskaðalum, so inntøkurnar frá teimum kunnu vera við til at skerja fíggjarligu byrðuna hjá netkundunum.
– Vit stuðla Statnett í royndum tess at fremja kaðalsambond, men vit halda tað ikki vera rætt beint nú at kjakast um, hvør ið skal hava ábyrgdina av íløgunum. Vit átaka okkum ábyrgdina nú av tilgongdini og planleggingini. So fáa vit at síggja í 2020, hvør ið tá ger endaligu íløgurnar, og hvør ið endar við at verða eigari av verkætlanini, sigur Odd Øygarden.