Livitíð, ið als ikki svarar til lyftini, og vánalig ljósstyrki, gera, at tríggjar orkuspariperur fáa dumpikarakter í eini test av 26 spariperum.
Blaðið hjá danska Brúkararáðnum, Tænk, hevur gjørt testina.
Tænk kemur til ta niðurstøðu, at orkuspariperurnar enn ikki eru nóg góðar sum avloysarar fyri gløðiperurnar. Samstundis kunnu stórir prísmunir vera á perunum, uttan at prísur og góðska neyðturviliga hoyra saman.
Millum testaðu perurnar kann Tænk bert viðmæla tríggjar, men ongin av perunum er nóg góð at fáa metingina "Bedst i test". Vanliga gløðiperan verður burturi við árslok 2012, men tey trý sløgini av avloysarum hava als ikki bergtikið testpanelið hjá Tænk, sum hevur hugt at LED-, CFL- og halogenperum.
Stórir prísmunir
Testin avdúkar, at stórur prísmunur er á at útvega ljós í heiminum. Millum viðmæltu perurnar er bæði ein pera fyri 14 kr. og ein fyri 288 kr.
Tann dýra er ein LED-pera frá Osram - Parathom Classic B 25. Hetta er ein pera, ið kann avloysa eina 25 watt gløðiperu. Peran kláraði uttan trupulleikar haldføristestina hjá Tænk upp á 5.000 brenningartímar, og Osram lovar eisini, at peran megnar 25.000 tímar. Peran fær rós fyri at geva gott ljós, men Tænk væntar, at prísurin fer at halda nógvum kundum aftur.
Harafturímóti er bæði prísur og ljós gott, tá tað kemur til 28 W halogenperuna hjá Ikea, ið verður viðmæld fyri bæði ljósgóðsku og eina livitíð upp á útivið 2.000 tímar. Peran kostar bert 14 kr., men so er heldur ongin streymsparing. Tænk mælir eisini brúkarunum til at síggja burtur frá halogenperum, um endamálið er at spara elektrisitet.
Keyp ikki hesar
Vánalig ljósstyrki og munandi styttri livitíð enn lovað er orsøkin til, at tríggjar perur dumpað í testini, og Tænk mælir beinleiðis til ikki at keypa hesar perur: Megaman Ultra Compact Candle GL707iCS, Philips T45 Softtone 7W og Sylvania Mini-Lynx Fast-Start 11W við stórum fatningi.
Vel perur eftir endamáli
LED-perur virka sambært Tænk væl í kulda, tær tendra skjótt og hava langa livitíð, so perurnar m.a. egna seg væl til uttandura lampur við rørslusensorum. Men LED-perurnar eru dýrar at fáa hendur á.
Halogenperurnar egna seg væl til lesilampur, lampuna yvir matborðinum, í køkinum og í baðirúminum. Perurnar hava eina góða litendurgeving, men vansin er stutt livitíð, og at tær ikki geva nakra serliga elsparing.
CFL-perurnar verða viðmæltar til lampur, sum eru tendraðar leingi, tó ikki til lesilampur vegna litendurgevingina. Men perurnar hava langa livitíð, tær spara streym og eru bíligar.