Siemens útsetir sølu av elperu-fyritøku

Órógv á fíggjarmarknaðunum fær Siemens til at útseta ætlaðu børsskrásetingina av elperu-fyritøkuni Osram.

Risastóra týska fyritøkan Siemens hevur gjørt av at útseta ætlaðu børsskrásetingina av elperu-deildini Osram.

Skrásetingin skuldi eftir ætlan verið framd í næstum, men órógv á alheims partafelagsmarknaðunum hevur fingið Siemens at steðga á, skrivar Bloomberg News.

Siemens leggur tó dent á, at keypskálaætlanirnar fyri Osram ikki eru sleptar, men verða tiknar upp aftur, tá friður valdar aftur á marknaðunum.

Frá elperum til LED-tøkni

Skrásetingin av Osram er liður í yvirskipaðu ætlanunum at trimma handilsvirksemið hjá Siemens.

Samstundis heldur Siemens, at eitt sjálvstøðugt Osram verður betur brynjað til at taka dystin upp í eini vinnu, ið er í ferð við at leggja um frá vanligum elperum til LED-tøkni.

Osram er heimsins næststørsti framleiðari av elperum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking