Siemens tekur veingirnar av 126 sjóvindmyllum

Danska/týska fyritøkan hevur trupulleikar við kúlulegunum á myllunum í fleiri stórum bretskum frálanda vindmylluparkum.

Siemens Wind Power hevur staðfest brek í kúlulegunum á myllum, sum fyritøkan hevur selt til fleiri bretskar frálanda vindmylluparkir.

Neyðugt er hjá fyritøkuni at taka veingirnar niður á øllum myllunum, og væntandi fer hetta at kosta Siemens fleiri miljónir krónur, siga keldur í vinnuni fyri Ritzau Finans.

Útskiftar í 2010

Í fjør skifti Siemens sokallaðu pitch kúlulegurnar út á myllunum í bretsku verkætlanini Burbo. Veingirnir vórðu tiknir niður á eitt jack-up far, har útskiftingarnar vórðu gjørdar.

Samstundis tók Siemens kúlulegurnar í nøkrum myllum í eini aðrari verkætlan, sjómylluparkini Lynn/Inner Dowsing, niður til nærri kanningar.

- Upprunaliga roknaðu vit við, at útskiftingar bert skuldu gerast í Burbo, men eftir nærri kanning av legunum í Burbo og Lynn/Inner Dowsing, hava vit gjørt av at skifta allar írestandi 53 pitch kúlulegurnar út í Lynn/Inner Dowsing-myllunum. Eins og talan var um við Burbo er hetta eitt fyribyrgjandi tiltak, sigur Rasmus Windfeld, kunningarleiðari hjá Siemens í Danmark, við Ritzau Finans.

Siemens ætlar at gera útskiftingarnar í Lynn/Inner Dowsing á sama hátt sum í Burbo, har veingirnir verða tiknir niður á eitt jack-up far og komponentarnir útskiftir. Hetta verður gjørt frá myllu til myllu í ár.

- Vit ætla ætla eisini at kanna kúlulegur í Gunfleet Sands-verkætlanini. Talan kann verða um, at vit eisini noyðast at gera útskiftingar á øllum myllunum í Gunfleet Sands og Rhyl Flats, sigur Rasmus Windfeld.

Kostnaðarmiklar umvælingar

Siemens upplýsir onki um, hvat ábøturnar fara at kosta, men sambært eini keldu í vinnuni, sum Ritzau Finans hevur tosað við, kostar eitt jack-up far, ið verður brúkt til slíkar uppgávur, umleið 100.000 evrur í leigu um dagin.

Aftrat hesum koma útreiðslur til starvsfólk, komponentarnar og endurgjald til kundan fyri vantandi orkuframleiðslu í niðurtøkutíðarskeiðnum.

Lyn/Inner Dowsing umfatar 54 3,6 megawatt myllur, og Gunfleet Sands og Rhyl Flats umfata ávikavist 48 og 25 myllur av somu stødd.


17.03.2025
Earth Hour 2025