Vindmylluframleiðarin Siemens og norska oljufelagið Statoil eru vorðin samd um at samstarva um at menna bíligari og meira effektivar vindmyllur.
Tað skrivar Bloomberg News.
Tryggjar Statoil framíhjárættindi
Tær báðar fyritøkurnar hava frammanundan samstarvað um at menna flótandi fundament, men nú verður samstarvið breiðkað. Avtalan ber í sær, at Statoil sum fyrsta orkufelag fær framíhjárættindi í sambandi við møguligar uppfinningar.
- Vit sleppa at brúka tøknina fyrst, sum vit menna saman, men hon verður eisini atgongilig hjá einum breiðari marknaði og víðariment, sigur Sissel Rinde, talskvinna fyri Statoil, sambært Bloomberg.